Fróðskaparrit - 01.01.1987, Qupperneq 12
16
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
vaksið konufólk, og samsvarar hetta eisini
við ta mynd, vit fáa av henni (ella Hildu) í
kvæðinum.
Tað næsta dømið er eisini ein upphavs-
søgn, sum vit skulu hoyra. Tá ið Gongu-
rólvur hevði verið sjey ár í hellinum hjá
Rosmari, kemur hann við risans hjálp, sum
Svabo tekur til í danska kvæðasamandrátti
sínum, til »et got Land«. Hetta er Moyggja-
land, har allar moyggjarnar vilja tøla Rólv
við ástum sínum. Eftir eini søgn, sum Jó-
annes bóndi nevnir í »Gyltubók«19, men
sum eg annars ikki kenni heimildina til, er
Moyggjaland Suðuroy í Føroyum, har
skuldi í forðum einki mannkyn vera á uttan
konufólk. Við tað at tilburðurin á
Moyggjalandi ikki er eitt norrønt, men
keltiskt motiv, og Rosmar á heimferð síni
úr Moyggjalandi verður til ein dranga mitt
í írlandshavi, man Moyggjaland eftir
landafrøðiliga sjónarringinum í kvæðinum
hava ligið nærhendis írlandi, og tí er tað
møguligt, at okkara Suðuroyggj í nevndu
upphavssøgn sipar upphavliga til Suður-
oyggjar (Hebridurnar), t.e. norr. Suðreyjar.
So ósamanhangandi, sum bæði Svend
Grundtvig og Knut Liestøl hildu søguna í
kvæði okkara vera í støðum, serliga
viðvíkjandi ástarviðurskiftunum millum
Rólv og kvinnuna (Hildu/Svannu) í risa-
hellinum, ivast hvørgin granskari í, at okk-
ara kvæði í sínum varðveitta líki umboðar,
sagt við orðum Grundtvigs, »den ypperste
Overleveringsform«20). Svend Grundtvig
rósar eisini kvæðinum fyri »dets paa mange
Steder mesterlige Skildring af Havets og
Landets Farer i det høje Norden«. At
kvæðið av føroyingum hevur verið mett
ikki bara sum innantómt fornaldarreyp og
sakleys skemtan, men hevur tvørturímóti
við hvørt kenst nær lívsveruleikanum júst
gjøgnum lýsingarnar av vandaferðum
Gongurólvs á sjógv og á landi, hava vit eitt
frálíkt dømi um í sambandi við eina hend-
ing í 1895, sum ein av monnunum, ið var
við í ferðini, sjálvur hevur greitt frá. Her
hugsi eg um greinina »Ein prestaflutning-
ur« hjá Niels Petur Thomsen í Hvalba, ið
stóð í »Tingakrossi« í 1927, men sum eg fari
at endurgeva eitt brot av eftir »Oyggjatíð-
indum« fyri 11. januar 1984. Áðrenn eg lesi
brot av greinini, skal eg upplýsa, at tað var
við hesi hending í huga, at eg nevndi fyri-
lestur mín »Eg havi verið við havsins botn
og stundum uppi við ský«.
Ein prestaflutningur
Háttvirdi blaðstjóri! Gev mær innivist í »Krossi«
fyri at mótmæla tí, sum presturin Jørgen Falk
Rønne hevur skrivað í »Dimmalætting« tann 5.
mars um ein flutning millum Suðuroynna og Sand-
oynna.
Hvat viðvíkur tí fyrra helminginum av grein
hansara, tá er hon sera væl skrivað, og annað kann
heldur ikki væntast av einum manni við hansara
lærdómi, og sum so ofta hevur roynt seg sum »for-
fattari«, men eg kann ikki fylgja honum longur enn
til, tá ódnin brast á, tí tá gongur greinin uttan fyri
sannleikan, og tað má eg átala, tí eg var við í
ferðini, um Rønne hevur gloymt meg enn sum
áður.
Tá vit vóru komnir okkurt um tveir fjórðingar úr
Sandoynni, brast hann á við ódn av landnyrðingi
og kolsvart í kavaroki, so valla sást fram um stavn,
og skjótt fingu vit at síggja, at einki gekk fram. Tað
var tí ikki annað til ráð at taka uttan at halda
undan; men av tí at veðrið brast so knappliga á og
sá út til at taka meira og meira til, hildu vit, at tað
vóru óráð at halda á Suðuroynna, tá tað kundu
vera vónir um at bjargast á Stóru Dímun, sum var
okkum nærmast. Hetta vóru vit allir sameintir um,
og hildu vit tí undan suður um oynna fyri at fáa
skjól.
Komnir á Rættartanga var ikki hugsandi um at
sleppa suður um fyri brotum, men haldast mátti á,
og fingu vit har fjórða brotið av einum sjógvi, sum
fylti bátin so tað fleyt úr og í. Komnir suður um,
slætnaði tó so mikið, at vit fingu tømt bátin aftur,