Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 13
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN 17 raen tá galt um at oysa, hvør sum sterkastur var, og eingin spardi seg, tí lfvið var eittans at bjarga. Prestur vil lata tað síggja út, sum at hann vísti okkum á oynna og spurdi formannin, um vit ikki skuldu royna at bjarga okkum á land, men har fer hann skeivur. Tí væl vistu bæði formaðurin og vit aðrir, sum við vóru, hvar Stóra Dímun lá, og hvussu vit skuldu fáa fatur á henni, um Harrin unti okkum lívið so leingi. Tí lítið hevði tað bøtt okkum, um presturin ráddi fyri ferðini. Um skýming vóru vit suðuri fyri lendingini, men slopnir frá vandanum eystan fyri oynna sá tað út nú, sum vit ikki skuldu sleppa á land, tí brimið var ov nógv til, at vit kundu hava vónir um at bjargast í Drangjastøð, sum er heldur vánalig lendistøð, um veðrið er nóg so gott. Men her var einki við at gera uttan at halda á, um tað so bleiv til lív ella deyða. Og tað eydnaðist — allir 12 komu á turt at standa. Tað fyrsta, vit gjørdu, var, at ein maður var sendur við presti at fáa hann til hús sum skjótast, tí illa var hann komin fyri, sum ikki var undur í, av at sita stillur í tílíkum ódnarveðri. Tá ein stutt tíð var umliðin, kemur maðurin aft- ur við teimum tíðindum, at tað var heilt ómøguligt at koma upp, og prestur sat við uppgongdina. Har vóru so fýra menn eftir til at skorða bátin og seta hann so, at einki skuldi vera at ivast í, at hann skuldi verða standandi. Av hesum fýra var eg ein; hinir eru allir deyðir nú. Tá vit vóru lidnir við bátin, fóru vit til gongu, og vóru komnir upp á oynna, men tá vit komu til upp- gongdina, sótu allir 8 har, og eingin sá seg føran fyri at fara longur. Eg spurdi tí, hví teir sótu har, og fekk til aftur- svar, at ikki slapst longur, við øðrum orðum, at har skuldu vit allir 12 seta okkum niður at doyggja. Eg helt, at so skuldi ikki verða; eg skuldi royna, um upp kundi gangast, tí deyðin var vissur hjá okkum við at sita har alla náttina, vátir inn at skinni í tí gellifrosti, tá var betur, ein ella tveir lótu lív fyri at royna uppgongd og bjarga øllum. Eg beyð mær tí til hesa vandafullu uppgongd, ikki tí at eg helt meg vera mætari maður enn hinir, men eg helt meg síggja, at mótloysi var fallið á allar av tí, at teir vóru steðgaðir, og kuldi, væta og svongd føra ikki dirvi við sær. Tað skar meg í hjartað at hugsa um, at allir hesir mensku menn, sum fúsir og óræddir fóru til øll verk, her skuldu sita og frysta í hel. Tí mátti roynast at sleppa upp á oynna og fáa hjálp har. Um tað so skuldi vera bani mín, so kundi tað vera tað saman, antin eg doyði nakrar tímar undan hinum. Eg vildi tó hava ein við mær og fekk hann umsíðir. Vit tóku eitt bátstog við okkum, og so var hildið á. Tað er at siga um kleivina í Dímun, at hon í góðum veðri og dagslýsi ikki er vandafull at ganga, og mong spor havi eg, eins og aðrir bjargamenn gingið, sum vóru mangar ferðir verri, men hesa nátt í myrkri, kavaroki, ódnarstormi og alt gler- stoytt, sá tað illfýsiligt út, og lítil hugsan var um at koma fram. Stormurin var so óførur, at tað var bara eftir løg- um at koma eitt sindur úr stað, og væntandi var hvørja løtu, at tann ójavni kastivindurin fór at taka meg av fótum út fyri og í sorl. Har afturat var alt, sum gangast skuldi á, tann beri ísur, og av tí at eg einki annað hevði enn slíðraknív at høgga spor í ísin fyri hond og fót, gekk tað heldur spakuliga. Tann maðurin, sum við var, helt mær í bátstogið so langt, sum tað rakk, og tá eg hevði høgt so frægt, at eg helt, vit kundu sita, so dró eg hann til mín, og so var farið aftur at royna at koma longur. At hesin maður, sum við mær var, ikki gjørdi mun til at eg kom upp, veit eg best sjálvur, tí um hvirlurnar slógu meg út fyri, visti eg fullvæl, at hann ómøguliga kundi halda mær aftur, og um hann gav seg til tess, so fylgdi hann aftaná. Hetta hugsi eg, at hvør bjargamaður dugir at skilja. Komin tætt upp undir tromina dunaði tað sum toran omanfyri, og hugsaði eg sum so: Komin so langt og ikki sleppa uppum, tað var syrgiligt! Eg væntaði, at her fór eg at verða sligin bakleiðis út fyri aftur, men hetta var ikki soleiðis ætlað av honum, sum øllum stýrir; tí eg slapp uppum, men hvussu, tað veit eg einki frá at siga. Tó tað veit eg, at hvørki mastur ella kleppjam til amboð, ei held- ur var nakar til at lyfta meg upp um tromina uttan hansara sterka hond, sum vildi bjarga okkum við mínari lítlu hjálp. Presturin sigur frá, at tað vóru tríggir um upp- gongdina, og at teir tveir settu mastrina í beltið hjá tí triðja og lyftu hann upp um tromina; hetta man hann antin hava fantaserað ella droymt um, ella vil hann siga eina ósannheit við fríum vilja, og tað er skomm fyri hann sjálvan. Tá vit komu til húsar, var stongt og allar lúkur í topp fyri vindeygum, og var tí einki at gera uttan at ripa nevan á eina lúku, har ljós var innanfyri. Skjótur var bóndin og hansara menn at lata upp og fregnast um, hvat hetta var fyri larmur so seint á kvøldi. Eg greiddi stutt frá, hvussu statt var, og bað bóndan sum skjótast fáa bjargalínu til at strekkja
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.