Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 13
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
17
raen tá galt um at oysa, hvør sum sterkastur var, og
eingin spardi seg, tí lfvið var eittans at bjarga.
Prestur vil lata tað síggja út, sum at hann vísti
okkum á oynna og spurdi formannin, um vit ikki
skuldu royna at bjarga okkum á land, men har fer
hann skeivur. Tí væl vistu bæði formaðurin og vit
aðrir, sum við vóru, hvar Stóra Dímun lá, og
hvussu vit skuldu fáa fatur á henni, um Harrin unti
okkum lívið so leingi. Tí lítið hevði tað bøtt
okkum, um presturin ráddi fyri ferðini.
Um skýming vóru vit suðuri fyri lendingini, men
slopnir frá vandanum eystan fyri oynna sá tað út
nú, sum vit ikki skuldu sleppa á land, tí brimið var
ov nógv til, at vit kundu hava vónir um at bjargast
í Drangjastøð, sum er heldur vánalig lendistøð, um
veðrið er nóg so gott. Men her var einki við at gera
uttan at halda á, um tað so bleiv til lív ella deyða.
Og tað eydnaðist — allir 12 komu á turt at standa.
Tað fyrsta, vit gjørdu, var, at ein maður var
sendur við presti at fáa hann til hús sum skjótast,
tí illa var hann komin fyri, sum ikki var undur í, av
at sita stillur í tílíkum ódnarveðri.
Tá ein stutt tíð var umliðin, kemur maðurin aft-
ur við teimum tíðindum, at tað var heilt ómøguligt
at koma upp, og prestur sat við uppgongdina.
Har vóru so fýra menn eftir til at skorða bátin og
seta hann so, at einki skuldi vera at ivast í, at hann
skuldi verða standandi. Av hesum fýra var eg ein;
hinir eru allir deyðir nú.
Tá vit vóru lidnir við bátin, fóru vit til gongu, og
vóru komnir upp á oynna, men tá vit komu til upp-
gongdina, sótu allir 8 har, og eingin sá seg føran
fyri at fara longur.
Eg spurdi tí, hví teir sótu har, og fekk til aftur-
svar, at ikki slapst longur, við øðrum orðum, at har
skuldu vit allir 12 seta okkum niður at doyggja. Eg
helt, at so skuldi ikki verða; eg skuldi royna, um
upp kundi gangast, tí deyðin var vissur hjá okkum
við at sita har alla náttina, vátir inn at skinni í tí
gellifrosti, tá var betur, ein ella tveir lótu lív fyri at
royna uppgongd og bjarga øllum. Eg beyð mær tí
til hesa vandafullu uppgongd, ikki tí at eg helt meg
vera mætari maður enn hinir, men eg helt meg
síggja, at mótloysi var fallið á allar av tí, at teir
vóru steðgaðir, og kuldi, væta og svongd føra ikki
dirvi við sær. Tað skar meg í hjartað at hugsa um,
at allir hesir mensku menn, sum fúsir og óræddir
fóru til øll verk, her skuldu sita og frysta í hel. Tí
mátti roynast at sleppa upp á oynna og fáa hjálp
har. Um tað so skuldi vera bani mín, so kundi tað
vera tað saman, antin eg doyði nakrar tímar undan
hinum.
Eg vildi tó hava ein við mær og fekk hann
umsíðir. Vit tóku eitt bátstog við okkum, og so var
hildið á.
Tað er at siga um kleivina í Dímun, at hon í
góðum veðri og dagslýsi ikki er vandafull at ganga,
og mong spor havi eg, eins og aðrir bjargamenn
gingið, sum vóru mangar ferðir verri, men hesa
nátt í myrkri, kavaroki, ódnarstormi og alt gler-
stoytt, sá tað illfýsiligt út, og lítil hugsan var um at
koma fram.
Stormurin var so óførur, at tað var bara eftir løg-
um at koma eitt sindur úr stað, og væntandi var
hvørja løtu, at tann ójavni kastivindurin fór at taka
meg av fótum út fyri og í sorl. Har afturat var alt,
sum gangast skuldi á, tann beri ísur, og av tí at eg
einki annað hevði enn slíðraknív at høgga spor í
ísin fyri hond og fót, gekk tað heldur spakuliga.
Tann maðurin, sum við var, helt mær í bátstogið
so langt, sum tað rakk, og tá eg hevði høgt so
frægt, at eg helt, vit kundu sita, so dró eg hann til
mín, og so var farið aftur at royna at koma longur.
At hesin maður, sum við mær var, ikki gjørdi
mun til at eg kom upp, veit eg best sjálvur, tí um
hvirlurnar slógu meg út fyri, visti eg fullvæl, at
hann ómøguliga kundi halda mær aftur, og um
hann gav seg til tess, so fylgdi hann aftaná. Hetta
hugsi eg, at hvør bjargamaður dugir at skilja.
Komin tætt upp undir tromina dunaði tað sum
toran omanfyri, og hugsaði eg sum so: Komin so
langt og ikki sleppa uppum, tað var syrgiligt! Eg
væntaði, at her fór eg at verða sligin bakleiðis út
fyri aftur, men hetta var ikki soleiðis ætlað av
honum, sum øllum stýrir; tí eg slapp uppum, men
hvussu, tað veit eg einki frá at siga. Tó tað veit eg,
at hvørki mastur ella kleppjam til amboð, ei held-
ur var nakar til at lyfta meg upp um tromina uttan
hansara sterka hond, sum vildi bjarga okkum við
mínari lítlu hjálp.
Presturin sigur frá, at tað vóru tríggir um upp-
gongdina, og at teir tveir settu mastrina í beltið hjá
tí triðja og lyftu hann upp um tromina; hetta man
hann antin hava fantaserað ella droymt um, ella vil
hann siga eina ósannheit við fríum vilja, og tað er
skomm fyri hann sjálvan.
Tá vit komu til húsar, var stongt og allar lúkur í
topp fyri vindeygum, og var tí einki at gera uttan
at ripa nevan á eina lúku, har ljós var innanfyri.
Skjótur var bóndin og hansara menn at lata upp og
fregnast um, hvat hetta var fyri larmur so seint á
kvøldi.
Eg greiddi stutt frá, hvussu statt var, og bað
bóndan sum skjótast fáa bjargalínu til at strekkja