Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 14

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 14
18 EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN oman ígjøgnum kleivina fyri at bjarga hinum. So var gjørt; bóndin og menn hansara vóru kvikir við línuni, sum so varð borin oman á eggina. Har varð bóndin bundin í og seig niður til teir 10 menninar. Fyrstur, ið upp kom, var bóndin og prestur, síðan kom hvør aftan á annan eftir línuni, sum strekt lá eftir gøtuni. Ikki skal annað sigast, enn at bóndin og hansara fólk vóru blíð, og ikki treyt matur og drekka. Men kuldin var í kroppinum á teim flestu, og tí helt eg best vera, at vit slógu ein ring á roykstovugólvin- um; eg kann minnast, at eg kvað Gongurólvs- kvæðið, sum eg helt hóska væl til hesa ferð. Tá kvæðið var úti, varð farið til songar; men presturin hvarv, straks hann var inn komin, og sást ikki aftur um kvøldið. Ferðin til risahellið á Trøllabotni: 32 Gingu fullar átta dagar, frysti jøkilstræti, hvør sum kemur í tílíka neyð, hann missir gleði og kæti. 33 Niður settist Illgerðsteinur, kólna tók hendur og føtur. »Tað sær eg,« segði Gongurólvur, »tú bíður tess ikki bøtur.« 34 »Verður tær tess eyðið tú kemur til Nøríkis heim, heilsa báði vinum og frændum, kanst tú málagrein. Brot úr Gongurólvs kvæði (CCF 29, A) Sjóferðin: 16 Hildu undan íslandi úr tí havnarlagi, tóku inn unga Gongurólv, hann kemur nú fyrst í kvæðið. 17 Tá var veðúr á sjónum hart, Rólvur setst við stýrið, vundu segl í húnar hátt, og fram gekk knørrurin dýri. 18 Tá var veður á sjónum hart, sveinar halda í hand, ísland er sum fuglur at sjá, aldan fjalir land. 19 Vindur kom av rustum niður, tað brakar í súðum hátt, seggur seg við grunnið veður bæði dag og nátt. 20 Báran brýtur, Island trýtur, hurrar í hvørjum streingi, aldan breyt í bæði borð, alvæl dugdu dreingir. 21 Tá var veður á sjónum hart, ódnin mátti kallast, so stýrir hann Gongurólvur á hvørgum borði hallar. 35 Her gravi eg mítt gull og fæ, tað man ongan saka.« Tá kvaðst við á baki hans: »Eg skal burtur taka.« 36 Tí svaraði Gongurólvur bukkaði niður til knæ: »Svøri tann eið á mína trú, nú havi eg byrðar tvær.« 37 Gingu fullar átta dagar, frystir við jøkilstíg, hvør sum kemur í tílíka neyð, hann lær ikki allan tfð. 38 Niður settist Ódnarbjørn, kólna tók hand og fót. »Eya meg,« segði Gongurólvur, »tú bíður tess ikki bót.« 39 »Verður tær tess eyðið, tú kemur til Nøríkis líð, heilsa bæði vinum og frændum, tú lov ikki roynsi mítt. 40 Her gravi eg mítt gull og fæ, tað man ongan saka. Tá kvaðst við á baki hans: »Eg skal burtur taka.« 41 Tí svaraði Gongurólvur, bukkar niður til kníggja: »Svøri tann eið á mína trú, nú havi eg byrðar tríggjar.«
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.