Fróðskaparrit - 01.01.1987, Qupperneq 14
18
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
oman ígjøgnum kleivina fyri at bjarga hinum. So
var gjørt; bóndin og menn hansara vóru kvikir við
línuni, sum so varð borin oman á eggina. Har varð
bóndin bundin í og seig niður til teir 10 menninar.
Fyrstur, ið upp kom, var bóndin og prestur,
síðan kom hvør aftan á annan eftir línuni, sum
strekt lá eftir gøtuni.
Ikki skal annað sigast, enn at bóndin og hansara
fólk vóru blíð, og ikki treyt matur og drekka. Men
kuldin var í kroppinum á teim flestu, og tí helt eg
best vera, at vit slógu ein ring á roykstovugólvin-
um; eg kann minnast, at eg kvað Gongurólvs-
kvæðið, sum eg helt hóska væl til hesa ferð. Tá
kvæðið var úti, varð farið til songar; men presturin
hvarv, straks hann var inn komin, og sást ikki aftur
um kvøldið.
Ferðin til risahellið á Trøllabotni:
32 Gingu fullar átta dagar,
frysti jøkilstræti,
hvør sum kemur í tílíka neyð,
hann missir gleði og kæti.
33 Niður settist Illgerðsteinur,
kólna tók hendur og føtur.
»Tað sær eg,« segði Gongurólvur,
»tú bíður tess ikki bøtur.«
34 »Verður tær tess eyðið
tú kemur til Nøríkis heim,
heilsa báði vinum og frændum,
kanst tú málagrein.
Brot úr Gongurólvs kvæði
(CCF 29, A)
Sjóferðin:
16 Hildu undan íslandi
úr tí havnarlagi,
tóku inn unga Gongurólv,
hann kemur nú fyrst í kvæðið.
17 Tá var veðúr á sjónum hart,
Rólvur setst við stýrið,
vundu segl í húnar hátt,
og fram gekk knørrurin dýri.
18 Tá var veður á sjónum hart,
sveinar halda í hand,
ísland er sum fuglur at sjá,
aldan fjalir land.
19 Vindur kom av rustum niður,
tað brakar í súðum hátt,
seggur seg við grunnið veður
bæði dag og nátt.
20 Báran brýtur, Island trýtur,
hurrar í hvørjum streingi,
aldan breyt í bæði borð,
alvæl dugdu dreingir.
21 Tá var veður á sjónum hart,
ódnin mátti kallast,
so stýrir hann Gongurólvur
á hvørgum borði hallar.
35 Her gravi eg mítt gull og fæ,
tað man ongan saka.«
Tá kvaðst við á baki hans:
»Eg skal burtur taka.«
36 Tí svaraði Gongurólvur
bukkaði niður til knæ:
»Svøri tann eið á mína trú,
nú havi eg byrðar tvær.«
37 Gingu fullar átta dagar,
frystir við jøkilstíg,
hvør sum kemur í tílíka neyð,
hann lær ikki allan tfð.
38 Niður settist Ódnarbjørn,
kólna tók hand og fót.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»tú bíður tess ikki bót.«
39 »Verður tær tess eyðið,
tú kemur til Nøríkis líð,
heilsa bæði vinum og frændum,
tú lov ikki roynsi mítt.
40 Her gravi eg mítt gull og fæ,
tað man ongan saka.
Tá kvaðst við á baki hans:
»Eg skal burtur taka.«
41 Tí svaraði Gongurólvur,
bukkar niður til kníggja:
»Svøri tann eið á mína trú,
nú havi eg byrðar tríggjar.«