Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 16

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 16
20 EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN »Um tú livir annað slíkt, eg gevi tær kost og klæði.« 123 Tí svaraði Gongurólvur, gerst nú ný[t]ur drongur: »Fáið mær prest at skrifta mær, eg vil ikki liva longur.« 124 Nevndu teir tann unga Rólv, fagran og so fríðan, tá ið hann kom úr funti upp, tá læt hann sítt lív. 125 Tí varð hann kallaður Gongurólvur, eingin hestur hann bar, kinnin var reyð sum hummarklógv, tá ið sólin roðar í kav. Sambandið millum kvæðaskaldskap og veruleika er annars eitt ógvuliga áhugavert evni, sum vit vita alt ov lítið um, sæð úr samtekstarjónarmiði, og tað vil siga her upplýsingar um, hvussu brúkararnir av kvæðaskaldskapinum hava skilt innihaldið í kvæðunum í mun til sína veruleikauppfat- an, sum ikki altíð samsvarar við veruleika- uppfatanina hjá okkum, sum granska kvæðini. Serliga forvitnisligt er tað her at kanna henda spurning í sambandi við kappakvæði okkara, sum fyri nútíðar- menniskjum flestum eru líka fjar frá veru- leikanum sum ævintýr okkara, ið eingin trýr uppá — uttan kanska smábørn. Fyri at lýsa nærri uppfatanina av veruleikainni- haldinum í trimum kappakvæðum skal eg endurgeva tað, sum eg sjálvur havi hoyrt av manna munni. Leivur Tróndarson sáli segði fyri mær frá einum tilburði, sum hann sjálvur hevði upplivað, meðan hann var lærari í Suðuroy, tað er 1938-43, í grind í Fámjin. Hann hevði verið í grindadansi, har eisini »Seyðaríman« varð kvøðin, og um náttina, tá ið hann kom aftur í tilhaldshús sítt í Fámjin, har ein gomul kona búði, nevndi hann fyri henni okkurt av tí, sum hevði verið kvøðið. Tá ið hon hoyrdi navnið á »Seyðarímuni«, bað hon Leiv koma út fyri dyr, fyri at hon kundi vísa honum á, hvar hendingarnar í kvæðinum vóru farnar fram. Leivur segði seg ikki kunna gloyma, tá ið hann stóð við hesi gomlu konu úti í túninum, og hon peikaði niðan í fjallið, har Skrukkan roytti grót oman yvir Gest, Tóra og Hálvahala. — »Seyðaríman« er eisini fortald sum ævintýr í Norðuroyggjum, samanber til dømis »Risabrúdleypið«21), og tað er helst hesin siður at fortelja aftur kvæði sum søgur, ið hevur skapt gróðrar- líkindi fyri, at hendingarnar úr teimum eru vorðnar knýttar at kendum plássum í bygd- ini, og í døminum úr Fámjin var tað Tórðarurð. Jákup hjá Billu sáli í Skúgvoy segði fyri mær, at Tummas í Kárastovu, ið livdi í 19. øld og búði í Húsavík, hevði fingið dreymmann, og tá ið dreymmaðurin kom til hansara, varð tað fyrsta, Tummas bað hann gera fyri seg, at lata seg síggja Runsi- valsstríð. Tá Tummas fekk at síggja stríðið og tólvjavningar ríða eftir Bøfløtu við Ról- anti á odda í brotnum hjálmi og alblóðigum upp undir hendur, orkaði Tummas ikki at síggja meir og vendi sær burtur. Meðan eg gekk í skúla í Havn 1940-42 og seinni arbeiddi í Sjóvinnubankanum 1943- 46, hoyrdi eg Janus Djurhuus sála fortelja um einaferð, hann hevði ferðast við sum- bingum, ið høvdu verið til skips, at teir høvdu kvøðið »Hábarðskvæði« á fram- dekkinum á ferðamannaskipinum. Tá ið teir vóru lidnir við kvæðið, fór Janus til teirra og spurdi, um teir nú trúðu, at Hábarð hevði livað. Tá vendi ein teirra bakið móti Janusi og segði við hinar við
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.