Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 16
20
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
»Um tú livir annað slíkt,
eg gevi tær kost og klæði.«
123 Tí svaraði Gongurólvur,
gerst nú ný[t]ur drongur:
»Fáið mær prest at skrifta mær,
eg vil ikki liva longur.«
124 Nevndu teir tann unga Rólv,
fagran og so fríðan,
tá ið hann kom úr funti upp,
tá læt hann sítt lív.
125 Tí varð hann kallaður Gongurólvur,
eingin hestur hann bar,
kinnin var reyð sum hummarklógv,
tá ið sólin roðar í kav.
Sambandið millum kvæðaskaldskap og
veruleika er annars eitt ógvuliga áhugavert
evni, sum vit vita alt ov lítið um, sæð úr
samtekstarjónarmiði, og tað vil siga her
upplýsingar um, hvussu brúkararnir av
kvæðaskaldskapinum hava skilt innihaldið
í kvæðunum í mun til sína veruleikauppfat-
an, sum ikki altíð samsvarar við veruleika-
uppfatanina hjá okkum, sum granska
kvæðini. Serliga forvitnisligt er tað her at
kanna henda spurning í sambandi við
kappakvæði okkara, sum fyri nútíðar-
menniskjum flestum eru líka fjar frá veru-
leikanum sum ævintýr okkara, ið eingin
trýr uppá — uttan kanska smábørn. Fyri at
lýsa nærri uppfatanina av veruleikainni-
haldinum í trimum kappakvæðum skal eg
endurgeva tað, sum eg sjálvur havi hoyrt av
manna munni.
Leivur Tróndarson sáli segði fyri mær frá
einum tilburði, sum hann sjálvur hevði
upplivað, meðan hann var lærari í Suðuroy,
tað er 1938-43, í grind í Fámjin. Hann
hevði verið í grindadansi, har eisini
»Seyðaríman« varð kvøðin, og um náttina,
tá ið hann kom aftur í tilhaldshús sítt í
Fámjin, har ein gomul kona búði, nevndi
hann fyri henni okkurt av tí, sum hevði
verið kvøðið. Tá ið hon hoyrdi navnið á
»Seyðarímuni«, bað hon Leiv koma út fyri
dyr, fyri at hon kundi vísa honum á, hvar
hendingarnar í kvæðinum vóru farnar
fram. Leivur segði seg ikki kunna gloyma,
tá ið hann stóð við hesi gomlu konu úti í
túninum, og hon peikaði niðan í fjallið, har
Skrukkan roytti grót oman yvir Gest, Tóra
og Hálvahala. — »Seyðaríman« er eisini
fortald sum ævintýr í Norðuroyggjum,
samanber til dømis »Risabrúdleypið«21),
og tað er helst hesin siður at fortelja aftur
kvæði sum søgur, ið hevur skapt gróðrar-
líkindi fyri, at hendingarnar úr teimum eru
vorðnar knýttar at kendum plássum í bygd-
ini, og í døminum úr Fámjin var tað
Tórðarurð.
Jákup hjá Billu sáli í Skúgvoy segði fyri
mær, at Tummas í Kárastovu, ið livdi í 19.
øld og búði í Húsavík, hevði fingið
dreymmann, og tá ið dreymmaðurin kom
til hansara, varð tað fyrsta, Tummas bað
hann gera fyri seg, at lata seg síggja Runsi-
valsstríð. Tá Tummas fekk at síggja stríðið
og tólvjavningar ríða eftir Bøfløtu við Ról-
anti á odda í brotnum hjálmi og alblóðigum
upp undir hendur, orkaði Tummas ikki at
síggja meir og vendi sær burtur.
Meðan eg gekk í skúla í Havn 1940-42 og
seinni arbeiddi í Sjóvinnubankanum 1943-
46, hoyrdi eg Janus Djurhuus sála fortelja
um einaferð, hann hevði ferðast við sum-
bingum, ið høvdu verið til skips, at teir
høvdu kvøðið »Hábarðskvæði« á fram-
dekkinum á ferðamannaskipinum. Tá ið
teir vóru lidnir við kvæðið, fór Janus til
teirra og spurdi, um teir nú trúðu, at
Hábarð hevði livað. Tá vendi ein teirra
bakið móti Janusi og segði við hinar við