Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 67

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 67
JÓANSØKUGRAS OG FORSØGULIG BÚSETING í FØROYUM 71 unum, Java, Australia, Ný Zealandi, Tasmania, Ný Kaledonia, Hawaii, Páska- oyggjunum. Jóansøkugras veksur frá sjóv- armála upp til fjalla, í Alpunum upp til 2850 m og í Yemen 3000 m (Meusel et al. 1978). Jóansøkugras í øðrum londum fyrr Tá ið monnum av arbeiði Iversens gjørdist greitt, hvat henda planta kundi siga, fóru teir at leita eftir pollen av jóansøkugrasi. Og teir komu ógvuliga skjótt eftir, at júst sum í Danmark kundu teir finna sáð av jó- ansøkugrasi í lindum, sum bóru prógv um mannaárin. Eg skal einans nevna nøkur fá dømi. Á Jaðri (Jæren) í Noregi varð funnið, at jóansøkugras kundi setast í samband við landbúnaðarvirksemi í steinøld (Fægri 1943) . í Onglandi kundi Godwin skjótt vísa, at tað sama var galdandi har (Godwin 1944) . Úr Týsklandi varð eisini váttað, at jóansøkugras hevði samband við land- búnað (Firbas 1949-52). Tað, sum vísti, at talan var um landbúnaðarfólk, var, at fleiri broytingar, ið heilt víst stavaðu frá fólki, sóust samstundis í øllum teim nevndu dømum. Eisini í Hálandi, Belgia, Fraklandi og øðrum londum í Europa var samband funnið millum jóansøkugras og landbúnað. Men hvar vaks jóansøkugras, áðrenn landbúnaðarmentanin kom til Norður- europa um leið 3000-4000 f.Kr.? Onku- staðni má hon hava vaksið sum natúrligur partur av floruni. Tað, sum í hesum sambandi serliga hevur áhuga, er hvar plantan hevur vaksið eftir seinastu ísøld, t.e. seinastu 10-12000 árini. Sáð av jóansøkugrasi verður funnið av og á í eldri fláum í Norðureuropa, og hildið verður tí, at hon hevur vaksið við strend- urnar í Norðurvestureuropa. Har var nóg ljóst til hennara. Inni í landinum, har skóg- ur fjaldi lendið, kundi jóansøkugras als ikki vaksa. Kanningar í Stóra Bretlandi hava víst, at jóansøkugras vaks har stutt eftir ísølđina (Birks 1973, Godwin 1975). í Bret- agne eru eisini tekin um, at jóansøkugras hevur vaksið uttan samband við fólk (van Zeist 1964). Men annars er vanlig hugsan, at jóansøkugras hevur sín uppruna í Miðjarðarhavsøkinum (Meusel et al. 1978). Sum nevnt fær jóansøkugras stóra út- breiðslu, tá ið fólk rudda skógin í steinøld, og soleiðis gongur allastaðni í Norðurvest- ureuropa. So sjálvt um jóansøkugras hevur vaksið í Norðureuropa síðan ísøldina, so er hon kortini tann mest álítandi planta at siga okkum frá mannaárini. Hon er tekin um, at kríatúr eru á beiti nærhendis. Hon tolir væl at kríatúr traðka, t.e. hon tolir tað betur enn aðrar plantur og hevur tí ein fyrimun á slíkum plássum. Danir nevna hana »over- drevsplante« (overdrev er pláss, har neyt gingu á beiti). Onglendingar siga »pasture plant« (pasture merkir graseingir). Jóansøkugras í Hetlandi Eg havi gjørt gróðrarfrøðiligar kanningar í Hetlandi, sum eg havi skrivað um (1975, 1978). Her skal eg stutt siga frá úrslitinum. í eini mýri vestantil á høvuðsoynni Main- land kannaði eg gróðurin frá um leið 10.000 f.Kr. og til 1400 e.Kr. ogfekk gjørt kolevni- 14 aldursmátingar av lindunum í mýrini. Um ár 3400 f.Kr. vóru broytingar at síggja, sum heilt greitt stavaðu frá fólki. Pílur og nógvar stórar urtir hvurvu knappliga, og samstundis var sáð av eini nýggjari plantu at síggja. Tað var jóansøkugras. Eg nýtti tá jóansøkugras til at fáa aldur á elsta land- náminum í Hetlandi, og tað var um leið 3400 f.Kr.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.