Fróðskaparrit - 01.01.1987, Qupperneq 67
JÓANSØKUGRAS OG FORSØGULIG BÚSETING í FØROYUM
71
unum, Java, Australia, Ný Zealandi,
Tasmania, Ný Kaledonia, Hawaii, Páska-
oyggjunum. Jóansøkugras veksur frá sjóv-
armála upp til fjalla, í Alpunum upp til 2850
m og í Yemen 3000 m (Meusel et al. 1978).
Jóansøkugras í øðrum londum fyrr
Tá ið monnum av arbeiði Iversens gjørdist
greitt, hvat henda planta kundi siga, fóru
teir at leita eftir pollen av jóansøkugrasi.
Og teir komu ógvuliga skjótt eftir, at júst
sum í Danmark kundu teir finna sáð av jó-
ansøkugrasi í lindum, sum bóru prógv um
mannaárin. Eg skal einans nevna nøkur fá
dømi. Á Jaðri (Jæren) í Noregi varð funnið,
at jóansøkugras kundi setast í samband við
landbúnaðarvirksemi í steinøld (Fægri
1943) . í Onglandi kundi Godwin skjótt
vísa, at tað sama var galdandi har (Godwin
1944) . Úr Týsklandi varð eisini váttað, at
jóansøkugras hevði samband við land-
búnað (Firbas 1949-52). Tað, sum vísti, at
talan var um landbúnaðarfólk, var, at fleiri
broytingar, ið heilt víst stavaðu frá fólki,
sóust samstundis í øllum teim nevndu
dømum. Eisini í Hálandi, Belgia, Fraklandi
og øðrum londum í Europa var samband
funnið millum jóansøkugras og landbúnað.
Men hvar vaks jóansøkugras, áðrenn
landbúnaðarmentanin kom til Norður-
europa um leið 3000-4000 f.Kr.? Onku-
staðni má hon hava vaksið sum natúrligur
partur av floruni.
Tað, sum í hesum sambandi serliga hevur
áhuga, er hvar plantan hevur vaksið eftir
seinastu ísøld, t.e. seinastu 10-12000 árini.
Sáð av jóansøkugrasi verður funnið av og á
í eldri fláum í Norðureuropa, og hildið
verður tí, at hon hevur vaksið við strend-
urnar í Norðurvestureuropa. Har var nóg
ljóst til hennara. Inni í landinum, har skóg-
ur fjaldi lendið, kundi jóansøkugras als ikki
vaksa. Kanningar í Stóra Bretlandi hava
víst, at jóansøkugras vaks har stutt eftir
ísølđina (Birks 1973, Godwin 1975). í Bret-
agne eru eisini tekin um, at jóansøkugras
hevur vaksið uttan samband við fólk (van
Zeist 1964). Men annars er vanlig hugsan,
at jóansøkugras hevur sín uppruna í
Miðjarðarhavsøkinum (Meusel et al.
1978).
Sum nevnt fær jóansøkugras stóra út-
breiðslu, tá ið fólk rudda skógin í steinøld,
og soleiðis gongur allastaðni í Norðurvest-
ureuropa. So sjálvt um jóansøkugras hevur
vaksið í Norðureuropa síðan ísøldina, so er
hon kortini tann mest álítandi planta at siga
okkum frá mannaárini. Hon er tekin um, at
kríatúr eru á beiti nærhendis. Hon tolir væl
at kríatúr traðka, t.e. hon tolir tað betur
enn aðrar plantur og hevur tí ein fyrimun á
slíkum plássum. Danir nevna hana »over-
drevsplante« (overdrev er pláss, har neyt
gingu á beiti). Onglendingar siga »pasture
plant« (pasture merkir graseingir).
Jóansøkugras í Hetlandi
Eg havi gjørt gróðrarfrøðiligar kanningar í
Hetlandi, sum eg havi skrivað um (1975,
1978). Her skal eg stutt siga frá úrslitinum.
í eini mýri vestantil á høvuðsoynni Main-
land kannaði eg gróðurin frá um leið 10.000
f.Kr. og til 1400 e.Kr. ogfekk gjørt kolevni-
14 aldursmátingar av lindunum í mýrini.
Um ár 3400 f.Kr. vóru broytingar at síggja,
sum heilt greitt stavaðu frá fólki. Pílur og
nógvar stórar urtir hvurvu knappliga, og
samstundis var sáð av eini nýggjari plantu
at síggja. Tað var jóansøkugras. Eg nýtti tá
jóansøkugras til at fáa aldur á elsta land-
náminum í Hetlandi, og tað var um leið
3400 f.Kr.