Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 69
JÓANSØKUGRAS OG FORSØGULIG BÚSETING f FØROYUM
73
(kalibreraðar). Til eru ymiskir rættingar-
hættir. Tað er kortini ikki stórur munur á
teimum ymisku kurvunum. Her nýti eg tær
kalibreringar, sum kolevni-14 starvsstovan
í Keypmannahavn nýtir.
Talva 1 vísir allar aldursmátingar í Føroy-
um, sum hava samband við jóansøkugras,
og niðanfyri verða tær viðgjørdar. Sumt av
hesum tilfari er prentað áður, og sumt er
tílíkt, eg havi havt liggjandi til nú.
Hoydalar. Fyrsti fundurin av jóansøkugrasi
er um leið 15 cm undir nøkrum lynggrein-
um, sum hava aldurin 1905 f.Kr.
Jóansøkugrasið er sostatt nakað eldri enn
lynggreinarnar og kann ætlast at vera um
2300 f.Kr. Frá hesum fyrsta fundi og upp-
eftir finna vit jóansøkugras alla tíðina.
Sostatt kunnu vit siga, at jóansøkugras
kom til økið rundan um Hoydalar um leið
2300 f.Kr.
Saksunarvatn. í Saksunarvatni er tann elsti
fundurin av jóansøkugrasi um leið 3200
f.Kr. Talan er um 4 sáð, og beint omanfyri
er einki sáð av plantuni. Hesi 4 sáðini eru
helst komin fúkandi úr onkrum granna-
landi - kanska úr Hetlandi, har jóansøku-
gras vaks tá (Sí omanfyri um Hetland).
Longri uppi, um leið 2100-2300 f.Kr. er jó-
ansøkugras at finna í tveimum fylgjandi
royndum, og frá tá av rokni eg í hvussu so er
við, at plantan er komin til Saksunar. Enn
longri uppi, um leið 1100 f. Kr., er sáð av jó-
ansøkugrasi regluliga at síggja, og tað er
greitt, at tá hevur hon fingið fótin fastan.
Hov. í tilfari úr Hovi havi eg funnið eitt sáð
rættuliga djúpt (250 cm). Tað er ikki aldurs-
mátað, men eftir øðrum aldursmátingum
haðani at døma (Jóhansen 1982, 1985)
kundi aldurin verið um leið 2000-2500 f.Kr.
Men av tí at her bert er talan um eitt sáð,
ber ikki til at leggja so nógv í hetta. Tað
kann eins væl vera komið aðrastaðni frá.
Sáð av jóansøkugrasi er annars ikki at finna
í tilfarinum úr Hovi fyrr enn um leið 850
e.Kr. Tá gerst plantan skjótt vanlig, hevur
eina afturgongd í miðøld, men mennist aft-
ur og er sera vanlig í dag.
Sandur. Kanningar í bakkanum í fjøruni
millum kirkjuna og lendingina heima á
Sandi hava givið tað úrslit, at jóansøkugras
er komið har á staðið um leið 390 f.Kr.
Tjørnuvík. í Tjørnuvík er jóansøkugras at
finna langt fyri 650 e.Kr. Fleiri sáð av
plantuni eru at finna longri niðri (Jóhansen
1971,1985). Tey eru ikki aldursmátað, men
eru í hvussu so er eldri enn tað landnám,
sum har er vorðið staðfest. Plantan gerst
sera vanlig longri uppi, helst í víkingatíð.
N.f. Akraberg. Aldurin á jóansøkugrasi er
funnin at vera 730 e.Kr.
Fossdalur, Streymoy. í einum skurði í Foss-
dali n.f. Velbastað fáa vit aldurin á fyrsta
fundinum av jóansøkugrasi at vera millum
620 og 790 e.Kr.
Eiðisvatn. í tveimum móskurðum við
Eiðisvatn hava vit fingið tvær aldursmáting-
ar av jóansøkugrasi. Onnur vísir aldurin
630 e.Kr. og hin aldurin 770 e.Kr. Um
henda seinna aldur - 770 - kunnu vit siga
við vissu, at hann er ov ungur, av tí at mó-
royndin var fylt við livandi planturótum,
sum vuksu niður úr erva.