Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 69

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 69
JÓANSØKUGRAS OG FORSØGULIG BÚSETING f FØROYUM 73 (kalibreraðar). Til eru ymiskir rættingar- hættir. Tað er kortini ikki stórur munur á teimum ymisku kurvunum. Her nýti eg tær kalibreringar, sum kolevni-14 starvsstovan í Keypmannahavn nýtir. Talva 1 vísir allar aldursmátingar í Føroy- um, sum hava samband við jóansøkugras, og niðanfyri verða tær viðgjørdar. Sumt av hesum tilfari er prentað áður, og sumt er tílíkt, eg havi havt liggjandi til nú. Hoydalar. Fyrsti fundurin av jóansøkugrasi er um leið 15 cm undir nøkrum lynggrein- um, sum hava aldurin 1905 f.Kr. Jóansøkugrasið er sostatt nakað eldri enn lynggreinarnar og kann ætlast at vera um 2300 f.Kr. Frá hesum fyrsta fundi og upp- eftir finna vit jóansøkugras alla tíðina. Sostatt kunnu vit siga, at jóansøkugras kom til økið rundan um Hoydalar um leið 2300 f.Kr. Saksunarvatn. í Saksunarvatni er tann elsti fundurin av jóansøkugrasi um leið 3200 f.Kr. Talan er um 4 sáð, og beint omanfyri er einki sáð av plantuni. Hesi 4 sáðini eru helst komin fúkandi úr onkrum granna- landi - kanska úr Hetlandi, har jóansøku- gras vaks tá (Sí omanfyri um Hetland). Longri uppi, um leið 2100-2300 f.Kr. er jó- ansøkugras at finna í tveimum fylgjandi royndum, og frá tá av rokni eg í hvussu so er við, at plantan er komin til Saksunar. Enn longri uppi, um leið 1100 f. Kr., er sáð av jó- ansøkugrasi regluliga at síggja, og tað er greitt, at tá hevur hon fingið fótin fastan. Hov. í tilfari úr Hovi havi eg funnið eitt sáð rættuliga djúpt (250 cm). Tað er ikki aldurs- mátað, men eftir øðrum aldursmátingum haðani at døma (Jóhansen 1982, 1985) kundi aldurin verið um leið 2000-2500 f.Kr. Men av tí at her bert er talan um eitt sáð, ber ikki til at leggja so nógv í hetta. Tað kann eins væl vera komið aðrastaðni frá. Sáð av jóansøkugrasi er annars ikki at finna í tilfarinum úr Hovi fyrr enn um leið 850 e.Kr. Tá gerst plantan skjótt vanlig, hevur eina afturgongd í miðøld, men mennist aft- ur og er sera vanlig í dag. Sandur. Kanningar í bakkanum í fjøruni millum kirkjuna og lendingina heima á Sandi hava givið tað úrslit, at jóansøkugras er komið har á staðið um leið 390 f.Kr. Tjørnuvík. í Tjørnuvík er jóansøkugras at finna langt fyri 650 e.Kr. Fleiri sáð av plantuni eru at finna longri niðri (Jóhansen 1971,1985). Tey eru ikki aldursmátað, men eru í hvussu so er eldri enn tað landnám, sum har er vorðið staðfest. Plantan gerst sera vanlig longri uppi, helst í víkingatíð. N.f. Akraberg. Aldurin á jóansøkugrasi er funnin at vera 730 e.Kr. Fossdalur, Streymoy. í einum skurði í Foss- dali n.f. Velbastað fáa vit aldurin á fyrsta fundinum av jóansøkugrasi at vera millum 620 og 790 e.Kr. Eiðisvatn. í tveimum móskurðum við Eiðisvatn hava vit fingið tvær aldursmáting- ar av jóansøkugrasi. Onnur vísir aldurin 630 e.Kr. og hin aldurin 770 e.Kr. Um henda seinna aldur - 770 - kunnu vit siga við vissu, at hann er ov ungur, av tí at mó- royndin var fylt við livandi planturótum, sum vuksu niður úr erva.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.