Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 70
74
JÓANSØKUGRAS OG FORSØGULIG BÚSETING í FØROYUM
Niðurstøða
Sum vit síggja, so er aldurin á jóansøkugrasi
ógvuliga ymiskur ymsastaðni í Føroyum.
Kortini er eitt greitt mynstur í hesum ald-
ursmátingum.
Tað tykist greitt, at jóansøkugras er
komið í Hoydalar og til Saksunar um leið
2300 f.Kr. í Tjørnuvík er eisini greitt, at
jóansøkugras vaks har fyri nøkrum túsund
árum síðani, men vit vita ikki nær, tí tað til-
farið gongur ikki so langt aftur í tíðina. Tað
eina sáðið úr Hovi hevði eisini aldurin mill-
um 2000 og 2500 f.Kr.
Heima á Sandi fáa vit ein heilt annan ald-
ur, nevniliga 390 f.Kr.
Á øllum hinum plássunum er jóansøku-
grasið nógv yngri. Tann elsti aldurin í hes-
um bólkinum er um leið 700 e.Kr. (Fossdal-
ur) og tann yngsti er um leið 850 e.Kr.
(Hov).
Hetta tilfarið sigur okkum, at jóansøku-
gras er komið til Føroya um leið 2300 f.Kr.
Við øllum tí, vit vita um hesa plantu í dag
og sum er frágreitt frammanfyri, verður
mín niðurstøða, at tað er farin fram ein bú-
seting í Føroyum um hetta mundið. Hvussu
stór, hon var ella hvussu leingi, hon vardi,
vita vit einki um.
Spurningurin er sjálvandi, um jóansøku-
gras kann vera komið til Føroya »av sær
sjálvum«, uttan hjálp av fólki. Møguliga
kann tað tað, men tað er sera ósannlíkt.
Fræini av jóansøkugrasi hava dýraspjaðing,
tað vil siga, at størri dýr og menniskju flyta
plantuna til nýggj støð. í Hetlandi síggja
vit, at jóansøkugras hevur samband við
aðrar broytingar í gróðrinum, sum heilt
greitt stava frá fólki og seyði. Sjálvt um
plantan vaks í Onglandi og Skotlandi áður,
so kom hon ikki til Hetlands, fyrr enn fólk
búsettist har.
Aldurin á jóansøkugrasi á Sandi er
merkiligur. Um her er talan um eina nýggja
búseting, ella um tað er plantan, sum er
vorðin spjadd hagar aðrastaðni frá í Føroy-
um, ber ikki til at siga.
Um leið 700 e.Kr. og í tíðini frameftir
gerst jóansøkugras meira og meira vanligt
og er tekin um størri mannavirki í oyggj-
unum. Eg kann her skoyta uppí, at tað
landnám, eg havi sagt fara fram um leið
600-650 e.Kr., er ikki grundað á jóansøku-
gras, men kornvelting. Sum nevnt áður, er
jóansøkugras fyrst og fremst tekin um, at
dýr ganga á beiti.
Við hesi tulking av søguni hjá jóansøku-
grasi í Føroyum hava vit eisini eina frá-
greiðing um tann seyðin, sum vera skuldi í
Føroyum sambært Dicuil. Hann hevur
livað eftir og nørt seg, tá ið fyrstu fólkini
antin eru útdeyð ella rýmd av landinum
aftur. Vit mugu hava í huga, at í Hetlandi
var rættuliga nógv fólk í steinøld og bronsu-
øld. Húsatoftir og lutir eftir teimum eru at
finna allastaðni í oyggjunum. Eisini vita vit,
at veðurlagið hesa tíðina var 2-3 hitastig
lýggjari, enn tað er í dag.
Eg havi í hesum arbeiði einans hugt at jó-
ansøkugrasi. Um onnur tekin eru í gróðrin-
um um, at fólk og seyður er komið til oyggj-
arnar, er vert at kanna, men verður tað at
bíða til seinni.
Eg takki Dr. phil. H. Tauber, Danmarks
Geologiske Undersøgelses og National-
museets Kulstof-14 Laboratorium fyri ald-
ursmátingarnar og fyri mangar hentar
samrøður um kolevni-14 aldursmátingar í
Føroyum.
Abstract
In this paper the history of Plantago lanceo-
lata in the Faroe Islands is discussed. From