Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 70

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 70
74 JÓANSØKUGRAS OG FORSØGULIG BÚSETING í FØROYUM Niðurstøða Sum vit síggja, so er aldurin á jóansøkugrasi ógvuliga ymiskur ymsastaðni í Føroyum. Kortini er eitt greitt mynstur í hesum ald- ursmátingum. Tað tykist greitt, at jóansøkugras er komið í Hoydalar og til Saksunar um leið 2300 f.Kr. í Tjørnuvík er eisini greitt, at jóansøkugras vaks har fyri nøkrum túsund árum síðani, men vit vita ikki nær, tí tað til- farið gongur ikki so langt aftur í tíðina. Tað eina sáðið úr Hovi hevði eisini aldurin mill- um 2000 og 2500 f.Kr. Heima á Sandi fáa vit ein heilt annan ald- ur, nevniliga 390 f.Kr. Á øllum hinum plássunum er jóansøku- grasið nógv yngri. Tann elsti aldurin í hes- um bólkinum er um leið 700 e.Kr. (Fossdal- ur) og tann yngsti er um leið 850 e.Kr. (Hov). Hetta tilfarið sigur okkum, at jóansøku- gras er komið til Føroya um leið 2300 f.Kr. Við øllum tí, vit vita um hesa plantu í dag og sum er frágreitt frammanfyri, verður mín niðurstøða, at tað er farin fram ein bú- seting í Føroyum um hetta mundið. Hvussu stór, hon var ella hvussu leingi, hon vardi, vita vit einki um. Spurningurin er sjálvandi, um jóansøku- gras kann vera komið til Føroya »av sær sjálvum«, uttan hjálp av fólki. Møguliga kann tað tað, men tað er sera ósannlíkt. Fræini av jóansøkugrasi hava dýraspjaðing, tað vil siga, at størri dýr og menniskju flyta plantuna til nýggj støð. í Hetlandi síggja vit, at jóansøkugras hevur samband við aðrar broytingar í gróðrinum, sum heilt greitt stava frá fólki og seyði. Sjálvt um plantan vaks í Onglandi og Skotlandi áður, so kom hon ikki til Hetlands, fyrr enn fólk búsettist har. Aldurin á jóansøkugrasi á Sandi er merkiligur. Um her er talan um eina nýggja búseting, ella um tað er plantan, sum er vorðin spjadd hagar aðrastaðni frá í Føroy- um, ber ikki til at siga. Um leið 700 e.Kr. og í tíðini frameftir gerst jóansøkugras meira og meira vanligt og er tekin um størri mannavirki í oyggj- unum. Eg kann her skoyta uppí, at tað landnám, eg havi sagt fara fram um leið 600-650 e.Kr., er ikki grundað á jóansøku- gras, men kornvelting. Sum nevnt áður, er jóansøkugras fyrst og fremst tekin um, at dýr ganga á beiti. Við hesi tulking av søguni hjá jóansøku- grasi í Føroyum hava vit eisini eina frá- greiðing um tann seyðin, sum vera skuldi í Føroyum sambært Dicuil. Hann hevur livað eftir og nørt seg, tá ið fyrstu fólkini antin eru útdeyð ella rýmd av landinum aftur. Vit mugu hava í huga, at í Hetlandi var rættuliga nógv fólk í steinøld og bronsu- øld. Húsatoftir og lutir eftir teimum eru at finna allastaðni í oyggjunum. Eisini vita vit, at veðurlagið hesa tíðina var 2-3 hitastig lýggjari, enn tað er í dag. Eg havi í hesum arbeiði einans hugt at jó- ansøkugrasi. Um onnur tekin eru í gróðrin- um um, at fólk og seyður er komið til oyggj- arnar, er vert at kanna, men verður tað at bíða til seinni. Eg takki Dr. phil. H. Tauber, Danmarks Geologiske Undersøgelses og National- museets Kulstof-14 Laboratorium fyri ald- ursmátingarnar og fyri mangar hentar samrøður um kolevni-14 aldursmátingar í Føroyum. Abstract In this paper the history of Plantago lanceo- lata in the Faroe Islands is discussed. From
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.