Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 118
Søgan um nátasjúkuna í Føroyum
Sanna Dahl Niclasen
í 1930-árunum tók ein ring umfarssjúka seg
upp í Føroyum, og hon gjørdi nógv um seg,
serstakliga í syðra parti av landinum. Tað
var psittacosis, ella pappageykasjúkan, í
Føroyum eisini kallað nátasjúkan ella hav-
hestasjúkan. Nógv hevur verið talað og
skrivað um hesa sjúku, eisini tey seinastu
árini. Misskiljingar og skeivar upplýsingar1
hava verið, og tí havi eg hildið tað vera
neyðugt og eisini áhugavert at geva eina so
óhefta frágreiðing sum til ber um, hvussu
hon tók seg upp, og hvussu tað eydnaðist at
basa henni eftir fáum árum.
At fólk kundu fáa psittacosis, varð fyrstu
ferð ávíst í 18792. Tað var sveitsiskur lækni,
Ritter, sum ávísti hetta, og tá varð sligið
fast, at menniskju kundu verða smittað av
sjúkum pappageykum. Seinni varð funnið,
at eitt virus var atvoldin í sjúkuni. Hetta
varð á fyrsta sinni ávíst í 1930. Upprunaliga
herjaði sjúkan mest í Suðuramerika; menn-
iskju vórðu har smittað av pappageykum,
sum livdu í frumskógunum. Tað vóru tó
mest tamir pappageykar, sum fingu sjúk-
una. 011 árini vóru spjaddir tilburðir í
Suðuramerika. Men smáar umfarssóttir
komu eisini bæði í Norðuramerika og í
Europa, har fólk vóru smittað av tomum
pappageykum, sum vóru førdir til hesi
lond.
Tann størsta farsóttin av hesari sjúku var
í 1929-30. Hon byrjaði í 1929 í Argentina í
býnum Cordoba og breiddi seg síðan til
fleiri býir í Suðuramerika og seinni til býir
í Norðuramerika og Europa. Talið til sam-
ans av tilburðum tann veturin var mett til
750-800.
í Danmark vóru teir fyrstu kendu til-
burðirnir í februar 1930.3 Tá vóru 5 sjó-
menn innlagdir á Oyrarsundshospitalið í
Keypmannahavn við psittacosis. Teir
komu allir av einum donskum skipi »Louisi-
ana«, sum kom til Keypmannahavnar úr
Suðuramerika tann 1. februar. Hetta
skipið hevði fleiri pappageykar úr Brasilia
um borð, og fleiri av teimum vóru sjúkir og
doyðu. Læknarnir á Statens Seruminstitut
kannaðu nakrar av teimum deyðu pappa-
geykunum, og ein av læknunum á Serum-
instituttinum kannaði eisini teir sjúku sjó-
menninar av Louisianu. Úrslitið var, at 4
læknar, sum arbeiddu á Statens Serum-
institut, vórðu smittaðir av hesi somu
sjúku. Tilsamans vóru 10 tilburðir av psitt-
acosis í Danmark tað árið, og teir vóru um-
røddir í »Ugeskrift for Læger« í tveimum
Fróðskaparrit 34. bók (1988): 114-121