Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 118

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 118
Søgan um nátasjúkuna í Føroyum Sanna Dahl Niclasen í 1930-árunum tók ein ring umfarssjúka seg upp í Føroyum, og hon gjørdi nógv um seg, serstakliga í syðra parti av landinum. Tað var psittacosis, ella pappageykasjúkan, í Føroyum eisini kallað nátasjúkan ella hav- hestasjúkan. Nógv hevur verið talað og skrivað um hesa sjúku, eisini tey seinastu árini. Misskiljingar og skeivar upplýsingar1 hava verið, og tí havi eg hildið tað vera neyðugt og eisini áhugavert at geva eina so óhefta frágreiðing sum til ber um, hvussu hon tók seg upp, og hvussu tað eydnaðist at basa henni eftir fáum árum. At fólk kundu fáa psittacosis, varð fyrstu ferð ávíst í 18792. Tað var sveitsiskur lækni, Ritter, sum ávísti hetta, og tá varð sligið fast, at menniskju kundu verða smittað av sjúkum pappageykum. Seinni varð funnið, at eitt virus var atvoldin í sjúkuni. Hetta varð á fyrsta sinni ávíst í 1930. Upprunaliga herjaði sjúkan mest í Suðuramerika; menn- iskju vórðu har smittað av pappageykum, sum livdu í frumskógunum. Tað vóru tó mest tamir pappageykar, sum fingu sjúk- una. 011 árini vóru spjaddir tilburðir í Suðuramerika. Men smáar umfarssóttir komu eisini bæði í Norðuramerika og í Europa, har fólk vóru smittað av tomum pappageykum, sum vóru førdir til hesi lond. Tann størsta farsóttin av hesari sjúku var í 1929-30. Hon byrjaði í 1929 í Argentina í býnum Cordoba og breiddi seg síðan til fleiri býir í Suðuramerika og seinni til býir í Norðuramerika og Europa. Talið til sam- ans av tilburðum tann veturin var mett til 750-800. í Danmark vóru teir fyrstu kendu til- burðirnir í februar 1930.3 Tá vóru 5 sjó- menn innlagdir á Oyrarsundshospitalið í Keypmannahavn við psittacosis. Teir komu allir av einum donskum skipi »Louisi- ana«, sum kom til Keypmannahavnar úr Suðuramerika tann 1. februar. Hetta skipið hevði fleiri pappageykar úr Brasilia um borð, og fleiri av teimum vóru sjúkir og doyðu. Læknarnir á Statens Seruminstitut kannaðu nakrar av teimum deyðu pappa- geykunum, og ein av læknunum á Serum- instituttinum kannaði eisini teir sjúku sjó- menninar av Louisianu. Úrslitið var, at 4 læknar, sum arbeiddu á Statens Serum- institut, vórðu smittaðir av hesi somu sjúku. Tilsamans vóru 10 tilburðir av psitt- acosis í Danmark tað árið, og teir vóru um- røddir í »Ugeskrift for Læger« í tveimum Fróðskaparrit 34. bók (1988): 114-121
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.