Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 119

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 119
SØGAN UM NÁTASJÚKUNA f FØROYUM 123 greinum í 19302 og 19323. Her varð millum annað sagt frá, at sjúkuavgerðin var ógvu- liga torfør, tí at ringt var at skilja millum hesa og aðrar fepursjúkur, sum til dømis influensu og landfarsótt, um ikki upplýsing var givin um, at pappageykar vóru nær- indis. í Føroyum vóru teir fyrstu tilburðirnir um heystið í 1930 suðuri í Vági. Tá komu nakrir tilburðir av einari óvanligari fepur- sjúku, sum kom knappliga á. Arthur Ras- mussen (seinni Vaag) var tá lækni í Vági. Hann var lækni í syðru helvt av Suðuroynni frá 1927 til 1934. Hann sá beinan vegin, at hetta var ein óvanlig sjúka. í einum skrivi eftir Paula Dahl4, fyrrver- andi yvirlækna á Dr. Alexandrines Hospit- ali sæst, at ein lækni frá Statens Seruminsti- tut, Knud Bojlen, var komin til Føroya heystið 1930 at kanna landfarsótt (tyfus) í Føroyum og finna smittuberar. I Vági vóru fleiri tilburðir av tyfus og paratyfus, og tí var Bojlen har suðuri at kanna møguligar smittuberar. Afturkomin til Havnar segði Bojlen frá, at Arthur Rasmussen hevði biðið hann koma at síggja nakrar sjúkling- ar, sum høvdu eina ringa fepursjúku. Teir vóru báðir og kannaðu hesar sjúklingar og vóru samdir um, at landfarsótt var tað ikki. Og so segði Bojlen: »Det pudsige er, at jeg synes, jeg kender sygdommen, men jeg kan ikke komme pá, hvad det er for en sygdom«. Hann hevði tá sæð tilburðirnar av sjúkuni á Statens Seruminstitut um várið sama ár. Arthur Rasmussen í Vági sá um heystið í 1930 fimm tilburðir av hesi ókendu sjúku, og í 1933 vóru aftur fleiri ringir tilburðir av somu sjúku í allari Suðuroynni og Sand- oynni, og Arthur Rasmussen varð sann- førdur um, at tað mátti vera ein nýggj og higartil ókend sjúka. Hon líktist hvørki vanligum lungnabruna ella influensu, sum hann eisini sá nógvar tilburðir av. Arthur Rasmussen helt hetta vera so týdningarmikið, at hann kunngjørdi tað fyri læknunum í Føroyum, og á fundi í før- oyska læknafelagnum í mai 1934 helt hann fyrilestur um sjúkuna, sum hann kallaði »Primær epidemisk alveolopneumoni«. Nógv ár seinni hoyrdi eg Paula Dahl siga frá fundinum, og eg skrivaði tá frásøgn hansara upp: »Arthur Rasmussen greiddi frá sjúku- eyðkennunum og segði, at sjúkan byrjaði altíð knappliga við høgum fepri, høvuðpínu, vamli og pínu í kroppinum, men næstan ongum hosta ella spýtti og ong- ari trongd. í fyrstuni var einki at hoyra, men nakrar dagar seinni hoyrdist ljóð sum frá lungnabruna. Aftan á fyrilesturin kom drúgt orðaskifti. Hinir læknarnir vóru ivingar- samir, allarmest R. K. Rasmussen lækni á Eiði. Hann helt, at tað mundi vera vanlig influensa við lungnabruna, og hann kveistr- aði burtur próvgrundirnar hjá Arthur Rasmussen. Eg helt tað eisini vera eina óvanliga sjúku. Hesi árini 1930-33 hevði eg eisini sæð einstakar tilburðir av sjúkuni. Eg lýsti hana sum eina tyføsa ella septiska sjúku og mótmælti R. K. Rasmussen, men hann helt tó fast við sítt. Harður orðadrátt- ur stóðst av hesum, og endin var, at R. K. Rasmussen varð illur og rýmdi av fundin- um. Heimafturkomin fór R. K. Rasmussen av álvara at hugsa um orðaskiftið á fundin- um. Hann fór at lesa í lærubókum um ym- isk sløg av lungnabruna, og í einari grein eftir Faber, professara á Ríkishospitalinum í Keypmannahavn, fullu eyguni á orðini
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.