Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 119
SØGAN UM NÁTASJÚKUNA f FØROYUM
123
greinum í 19302 og 19323. Her varð millum
annað sagt frá, at sjúkuavgerðin var ógvu-
liga torfør, tí at ringt var at skilja millum
hesa og aðrar fepursjúkur, sum til dømis
influensu og landfarsótt, um ikki upplýsing
var givin um, at pappageykar vóru nær-
indis.
í Føroyum vóru teir fyrstu tilburðirnir
um heystið í 1930 suðuri í Vági. Tá komu
nakrir tilburðir av einari óvanligari fepur-
sjúku, sum kom knappliga á. Arthur Ras-
mussen (seinni Vaag) var tá lækni í Vági.
Hann var lækni í syðru helvt av Suðuroynni
frá 1927 til 1934. Hann sá beinan vegin, at
hetta var ein óvanlig sjúka.
í einum skrivi eftir Paula Dahl4, fyrrver-
andi yvirlækna á Dr. Alexandrines Hospit-
ali sæst, at ein lækni frá Statens Seruminsti-
tut, Knud Bojlen, var komin til Føroya
heystið 1930 at kanna landfarsótt (tyfus) í
Føroyum og finna smittuberar. I Vági vóru
fleiri tilburðir av tyfus og paratyfus, og tí
var Bojlen har suðuri at kanna møguligar
smittuberar. Afturkomin til Havnar segði
Bojlen frá, at Arthur Rasmussen hevði
biðið hann koma at síggja nakrar sjúkling-
ar, sum høvdu eina ringa fepursjúku. Teir
vóru báðir og kannaðu hesar sjúklingar og
vóru samdir um, at landfarsótt var tað ikki.
Og so segði Bojlen: »Det pudsige er, at jeg
synes, jeg kender sygdommen, men jeg kan
ikke komme pá, hvad det er for en
sygdom«. Hann hevði tá sæð tilburðirnar
av sjúkuni á Statens Seruminstitut um várið
sama ár.
Arthur Rasmussen í Vági sá um heystið
í 1930 fimm tilburðir av hesi ókendu sjúku,
og í 1933 vóru aftur fleiri ringir tilburðir av
somu sjúku í allari Suðuroynni og Sand-
oynni, og Arthur Rasmussen varð sann-
førdur um, at tað mátti vera ein nýggj og
higartil ókend sjúka. Hon líktist hvørki
vanligum lungnabruna ella influensu, sum
hann eisini sá nógvar tilburðir av.
Arthur Rasmussen helt hetta vera so
týdningarmikið, at hann kunngjørdi tað
fyri læknunum í Føroyum, og á fundi í før-
oyska læknafelagnum í mai 1934 helt hann
fyrilestur um sjúkuna, sum hann kallaði
»Primær epidemisk alveolopneumoni«.
Nógv ár seinni hoyrdi eg Paula Dahl siga
frá fundinum, og eg skrivaði tá frásøgn
hansara upp:
»Arthur Rasmussen greiddi frá sjúku-
eyðkennunum og segði, at sjúkan byrjaði
altíð knappliga við høgum fepri,
høvuðpínu, vamli og pínu í kroppinum,
men næstan ongum hosta ella spýtti og ong-
ari trongd. í fyrstuni var einki at hoyra,
men nakrar dagar seinni hoyrdist ljóð sum
frá lungnabruna.
Aftan á fyrilesturin kom drúgt
orðaskifti. Hinir læknarnir vóru ivingar-
samir, allarmest R. K. Rasmussen lækni á
Eiði. Hann helt, at tað mundi vera vanlig
influensa við lungnabruna, og hann kveistr-
aði burtur próvgrundirnar hjá Arthur
Rasmussen. Eg helt tað eisini vera eina
óvanliga sjúku. Hesi árini 1930-33 hevði eg
eisini sæð einstakar tilburðir av sjúkuni. Eg
lýsti hana sum eina tyføsa ella septiska
sjúku og mótmælti R. K. Rasmussen, men
hann helt tó fast við sítt. Harður orðadrátt-
ur stóðst av hesum, og endin var, at R. K.
Rasmussen varð illur og rýmdi av fundin-
um.
Heimafturkomin fór R. K. Rasmussen
av álvara at hugsa um orðaskiftið á fundin-
um. Hann fór at lesa í lærubókum um ym-
isk sløg av lungnabruna, og í einari grein
eftir Faber, professara á Ríkishospitalinum
í Keypmannahavn, fullu eyguni á orðini