Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 122

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 122
126 SØGAN UM NÁTASJÚKUNA í FØROYUM til at gera kanningar av hesum slag, sum til dømis kanningar av virusi. Frá Statens Seruminstitut vóru tí blóð- royndirnar sendar til Bedson professara í London, og alt hitt tilfarið varð sent til Ro- bert Koch lnstitut í Berlin. Tann 22. september í 1938 komu boð frá Juel Flenningsen10 til Jógvan Zachariasen um, at psittacosis virus var funnið í ein- støkum nátaungum frá eini sending úr Skúvoy, og tann 24. oktober 1938 kemur aftur boð frá Juel Henningsen til Paula Dahl, at virus er funnið í blóði og livur frá einum sjúklingi, sum var deyður á Dr. Al- exandrines Hospitali í september. Frá London komu eisini boð um, at andevni móti psittacosis-virus var funnið í blóði frá fýra sjúklingum. Nú var prógvað, at primær epidemisk al- veolopneumoni var samlík psittacosis, og at nátaungin var smittuatvoldin. Við dygdargóðum og væleydnaðum sam- arbeiði var gátan um ta føroysku umfars- sjúkuna nú loyst eftir fáum árum. Virus varð ongantíð funnið í gomlum nátum ella øðrum fuglum, sum vóru sendir til Danmarkar tað árið. í desember í 1938 sendi Pauli Dahl10 skriv til løgtingið um at játta pening til fleiri kanningar av nátaungum og gomlum nát- um um heystið 1939. Hetta varð eisini gjørt, og nógvir fuglar vórðu sendir í sept- ember 1939, men av tí at sambandið við Danmark var ógvuliga óregluligt, eftir at 2. heimsbardagi var brostin á, tóku sending- arnar ov langa tíð, og tilfarið var ov gamalt til, at tað kundi vera kannað. Kanningarnar miseydnaðust sostatt í 1939. Heystið 1939 sæst í einum skrivi frá Juel Henningsen10 á Statens Seruminstitut, at teir arbeiddu við at gera eina rannsóknar- deild har til at kanna psittacosis og aðrar virussjúkur, so at teir árið eftir í september 1940 kundu vera væl fyrireikaðir til at gera gjølligari kanningar av nátastovninum í Før- oyum og møguliga av øðrum sjófuglum. Allar hesar kanningar vórðu av ongum, eft- ir at Danmark var hersett av týskinum. Av teimum nevndu brøvunum10 sæst eis- ini, at ætlanin var, at R. K. Rasmussen og Pauli Dahl skuldu gera eina heildarfrá- greiðing um tilburðirnar av hesari sjúku og um, hvussu tað eydnaðist at fáa greiðu á orsøkunum, men hetta varð av ongum. í 1939 varð forboð sett fyri allari náta- veiði í Føroyum, og tey næstu árini var eingin tilburður av sjúkuni. Tað var í sær sjálvum prógv um, at nátin var smittuberin. Árini undir 2. veraldarbardaga og tey fyrstu árini aftaná hoyrdist einki um psitta- cosis í Føroyum. í 1950 gjørdi læknafrøðideildin við lærda háskúlan í Keypmannahavn av at heiðra R.K.Rasmussen við at tilnevna hann dr. med. honoris causa fyri tað slóðbrótandi arbeiði, hann hevði gjørt viðvíkjandi psitt- acosis í Føroyum. Tá Arthur Vaag frætti hetta, varð hann ógvuliga vónsvikin, og í einari grein11 í »Ugeskrift for Læger« tann 1. juni 1950 legði hann R. K. Rasmussen undir at hava tikið sær sjálvum allan heiðurin av at hava avdúkað sjúkuna. Til tess at skilja atburð Arthur Vaags er neyðugt at fara eitt sindur aftur í tíðina. Tann 14. november 1938 varð fundur hildin í »Berliner mikrobiologische Gesell- schaft«12 í Berlin um ta føroysku umfars- sjúkuna, og Juel Henningsen og Thorvald Madsen, stjóri á Statens Seruminstitut, vóru bodnir við til fundin. Á hesum fundi gav Haagen professari
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.