Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 122
126
SØGAN UM NÁTASJÚKUNA í FØROYUM
til at gera kanningar av hesum slag, sum til
dømis kanningar av virusi.
Frá Statens Seruminstitut vóru tí blóð-
royndirnar sendar til Bedson professara í
London, og alt hitt tilfarið varð sent til Ro-
bert Koch lnstitut í Berlin.
Tann 22. september í 1938 komu boð frá
Juel Flenningsen10 til Jógvan Zachariasen
um, at psittacosis virus var funnið í ein-
støkum nátaungum frá eini sending úr
Skúvoy, og tann 24. oktober 1938 kemur
aftur boð frá Juel Henningsen til Paula
Dahl, at virus er funnið í blóði og livur frá
einum sjúklingi, sum var deyður á Dr. Al-
exandrines Hospitali í september. Frá
London komu eisini boð um, at andevni
móti psittacosis-virus var funnið í blóði frá
fýra sjúklingum.
Nú var prógvað, at primær epidemisk al-
veolopneumoni var samlík psittacosis, og
at nátaungin var smittuatvoldin.
Við dygdargóðum og væleydnaðum sam-
arbeiði var gátan um ta føroysku umfars-
sjúkuna nú loyst eftir fáum árum.
Virus varð ongantíð funnið í gomlum
nátum ella øðrum fuglum, sum vóru sendir
til Danmarkar tað árið.
í desember í 1938 sendi Pauli Dahl10
skriv til løgtingið um at játta pening til fleiri
kanningar av nátaungum og gomlum nát-
um um heystið 1939. Hetta varð eisini
gjørt, og nógvir fuglar vórðu sendir í sept-
ember 1939, men av tí at sambandið við
Danmark var ógvuliga óregluligt, eftir at 2.
heimsbardagi var brostin á, tóku sending-
arnar ov langa tíð, og tilfarið var ov gamalt
til, at tað kundi vera kannað. Kanningarnar
miseydnaðust sostatt í 1939.
Heystið 1939 sæst í einum skrivi frá Juel
Henningsen10 á Statens Seruminstitut, at
teir arbeiddu við at gera eina rannsóknar-
deild har til at kanna psittacosis og aðrar
virussjúkur, so at teir árið eftir í september
1940 kundu vera væl fyrireikaðir til at gera
gjølligari kanningar av nátastovninum í Før-
oyum og møguliga av øðrum sjófuglum.
Allar hesar kanningar vórðu av ongum, eft-
ir at Danmark var hersett av týskinum.
Av teimum nevndu brøvunum10 sæst eis-
ini, at ætlanin var, at R. K. Rasmussen og
Pauli Dahl skuldu gera eina heildarfrá-
greiðing um tilburðirnar av hesari sjúku og
um, hvussu tað eydnaðist at fáa greiðu á
orsøkunum, men hetta varð av ongum.
í 1939 varð forboð sett fyri allari náta-
veiði í Føroyum, og tey næstu árini var
eingin tilburður av sjúkuni. Tað var í sær
sjálvum prógv um, at nátin var smittuberin.
Árini undir 2. veraldarbardaga og tey
fyrstu árini aftaná hoyrdist einki um psitta-
cosis í Føroyum.
í 1950 gjørdi læknafrøðideildin við lærda
háskúlan í Keypmannahavn av at heiðra
R.K.Rasmussen við at tilnevna hann dr.
med. honoris causa fyri tað slóðbrótandi
arbeiði, hann hevði gjørt viðvíkjandi psitt-
acosis í Føroyum.
Tá Arthur Vaag frætti hetta, varð hann
ógvuliga vónsvikin, og í einari grein11 í
»Ugeskrift for Læger« tann 1. juni 1950
legði hann R. K. Rasmussen undir at hava
tikið sær sjálvum allan heiðurin av at hava
avdúkað sjúkuna. Til tess at skilja atburð
Arthur Vaags er neyðugt at fara eitt sindur
aftur í tíðina.
Tann 14. november 1938 varð fundur
hildin í »Berliner mikrobiologische Gesell-
schaft«12 í Berlin um ta føroysku umfars-
sjúkuna, og Juel Henningsen og Thorvald
Madsen, stjóri á Statens Seruminstitut,
vóru bodnir við til fundin.
Á hesum fundi gav Haagen professari