Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 123

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 123
SØGAN UM NÁTASJÚKUNA í FØROYUM 127 frágreiðing um kanningarnar á Robert Koch Institut, sum vístu, at psittacosis- virus varð funnið bæði í blóði og í yrkis- gøgnum frá føroyskum sjúklingi, sum var deyður av sjúkuni, og at sama virus varð funnið í nátum úr Føroyum. Tað var stórhending, at hetta virus á fyrsta sinni varð funnið í fugli av heilt øðr- vísi slag enn pappageykum, og at tað hevði elvt til umfarssjúku í Føroyum. Hvussu tað kann bera til, at nátin varð fongdur við hesi sjúku,var ein áhugaverdur spurningur. Nátin, sum ferðast víða um At- lantshavið, kann hava etið fongdar pappa- geykar, sum vóru blakaðir út frá skipum, ið høvdu ført pappageykar úr Suðuramerika til Europa. Av hesi orsøk helt Haagen, at sjúkan psittacosis átti at fáa annað navn (navnið varð seinni broytt til ornithosis). Síðan helt Juel Henningsen stuttan fyri- lestur við frásøgn úr greinini hjá R. K. Rasmussen í »Ugeskrift for Læger« tann 1. september 1938 um teir 165 sjúklingar, sum fingu føroysku umfarssjúkuna. Av tí at skotbráið frá tí at virus varð funnið, og til fundin tann 14.november 1938, var so stutt, hevði tað ikki borið R. K. Rasmussen til hvørki at koma á fundin sjálvur ei heldur at senda nakað handrit. Gildemeister endaði fundin og heiðraði R. K. Rasmussen fyri tað fyrimyndarliga arbeiði, hann hevði gjørt, so nú var bert eftir at leggja lokasteinin á verkið. Fyrilesturin hjá Juel Henningsen13 varð endurgivin sama ár í týska tíðarritinum »Zentralblatt fúr Bakteriologie, Parasit- enkunde und Infektionskrankheiten«. R. K. Rasmussen stóð sum høvundur at grein- ini, men sum nevnt hevði Juel Henningsen skrivað hana sum eina fyribils frásøgn. Greinin hjá Arthur Rasmussen (Vaag) frá 1934 varð nevnd í fyrilestrinum hjá Juel Henningsen, men stóð ikki í bókmenta- skránni undir greinini, sum annars er vanlig mannagongd. Hetta var skeivt gjørt av Juel Henning- sen. Verri var, at Th. Thjøtta14 í »Lærebok i bakteriologi« hevði skrivað eina grein um psittacosis-farsóttina í Føroyum, og har stóð, at R. K. Rasmussen var upphavs- maður at bæði greinini í 1934 og í 1938. Av tí at teir høvdu báðir sama eftirnavn, hevur Thjøtta blandað nøvnini á teimum báðum saman og hildið tað vera sama mann. Skilligt er soleiðis, at órættur var gjørdur Arthur Vaag, við tað at lutur hansara í upp- greiðingini var næstan burturgloymdur. Hansara slóðbrótandi kliniska arbeiði fyrst í 1930-árunum fekk í fyrsta umfari lítla og onga viðurkenning. Hevði hann ikki sæð, at hetta var ein nýggj sjúka í Føroyum og kunngjørt tað fyri læknunum í Føroyum og í »Ugeskrift for Læger« í 1934, høvdu trú- liga fleiri ár gingið, áðrenn skil var fingið á, hvør sjúkan var, og áðrenn orsøkin til hennara varð funnin. Men R.K. Rasmus- sen kann undir ongum umstøðum vera lastaður fyri hetta. í einari greinarøð í »Ugeskrift for Læger« í juni-juli 1950 um psittacosis í Før- oyum sæst eisini, at Juel Henningsen15 gav Arthur Vaag umbering fyri, at arbeiðið hjá Arthur Rasmussen bara var nevnt inni í greinini, men at tað ikki stóð í bókmenta- listanum undir greinini, sum vanligt er. í greinunum, sum stóðu í »Ugeskrift for Læger« í 1950, fekk Arthur Vaag tó viður- kenning fyri tað slóðbrótandi arbeiði, hann hevði gjørt. í viðmerking í U.f.L. tann 15. juni 1950 skrivaði Herman I. Bing16 pro- fessari í »intern medicin«, sum var
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.