Fróðskaparrit - 01.01.1987, Síða 123
SØGAN UM NÁTASJÚKUNA í FØROYUM
127
frágreiðing um kanningarnar á Robert
Koch Institut, sum vístu, at psittacosis-
virus varð funnið bæði í blóði og í yrkis-
gøgnum frá føroyskum sjúklingi, sum var
deyður av sjúkuni, og at sama virus varð
funnið í nátum úr Føroyum.
Tað var stórhending, at hetta virus á
fyrsta sinni varð funnið í fugli av heilt øðr-
vísi slag enn pappageykum, og at tað hevði
elvt til umfarssjúku í Føroyum.
Hvussu tað kann bera til, at nátin varð
fongdur við hesi sjúku,var ein áhugaverdur
spurningur. Nátin, sum ferðast víða um At-
lantshavið, kann hava etið fongdar pappa-
geykar, sum vóru blakaðir út frá skipum, ið
høvdu ført pappageykar úr Suðuramerika
til Europa. Av hesi orsøk helt Haagen, at
sjúkan psittacosis átti at fáa annað navn
(navnið varð seinni broytt til ornithosis).
Síðan helt Juel Henningsen stuttan fyri-
lestur við frásøgn úr greinini hjá R. K.
Rasmussen í »Ugeskrift for Læger« tann 1.
september 1938 um teir 165 sjúklingar, sum
fingu føroysku umfarssjúkuna. Av tí at
skotbráið frá tí at virus varð funnið, og til
fundin tann 14.november 1938, var so
stutt, hevði tað ikki borið R. K. Rasmussen
til hvørki at koma á fundin sjálvur ei heldur
at senda nakað handrit.
Gildemeister endaði fundin og heiðraði
R. K. Rasmussen fyri tað fyrimyndarliga
arbeiði, hann hevði gjørt, so nú var bert
eftir at leggja lokasteinin á verkið.
Fyrilesturin hjá Juel Henningsen13 varð
endurgivin sama ár í týska tíðarritinum
»Zentralblatt fúr Bakteriologie, Parasit-
enkunde und Infektionskrankheiten«. R.
K. Rasmussen stóð sum høvundur at grein-
ini, men sum nevnt hevði Juel Henningsen
skrivað hana sum eina fyribils frásøgn.
Greinin hjá Arthur Rasmussen (Vaag)
frá 1934 varð nevnd í fyrilestrinum hjá Juel
Henningsen, men stóð ikki í bókmenta-
skránni undir greinini, sum annars er vanlig
mannagongd.
Hetta var skeivt gjørt av Juel Henning-
sen.
Verri var, at Th. Thjøtta14 í »Lærebok i
bakteriologi« hevði skrivað eina grein um
psittacosis-farsóttina í Føroyum, og har
stóð, at R. K. Rasmussen var upphavs-
maður at bæði greinini í 1934 og í 1938. Av
tí at teir høvdu báðir sama eftirnavn, hevur
Thjøtta blandað nøvnini á teimum báðum
saman og hildið tað vera sama mann.
Skilligt er soleiðis, at órættur var gjørdur
Arthur Vaag, við tað at lutur hansara í upp-
greiðingini var næstan burturgloymdur.
Hansara slóðbrótandi kliniska arbeiði fyrst
í 1930-árunum fekk í fyrsta umfari lítla og
onga viðurkenning. Hevði hann ikki sæð, at
hetta var ein nýggj sjúka í Føroyum og
kunngjørt tað fyri læknunum í Føroyum og
í »Ugeskrift for Læger« í 1934, høvdu trú-
liga fleiri ár gingið, áðrenn skil var fingið á,
hvør sjúkan var, og áðrenn orsøkin til
hennara varð funnin. Men R.K. Rasmus-
sen kann undir ongum umstøðum vera
lastaður fyri hetta.
í einari greinarøð í »Ugeskrift for
Læger« í juni-juli 1950 um psittacosis í Før-
oyum sæst eisini, at Juel Henningsen15 gav
Arthur Vaag umbering fyri, at arbeiðið hjá
Arthur Rasmussen bara var nevnt inni í
greinini, men at tað ikki stóð í bókmenta-
listanum undir greinini, sum vanligt er.
í greinunum, sum stóðu í »Ugeskrift for
Læger« í 1950, fekk Arthur Vaag tó viður-
kenning fyri tað slóðbrótandi arbeiði, hann
hevði gjørt. í viðmerking í U.f.L. tann 15.
juni 1950 skrivaði Herman I. Bing16 pro-
fessari í »intern medicin«, sum var