Fróðskaparrit - 01.01.1991, Side 119
LEIKAR OG LÆRDAR
123
Føroyingar á ljósmøðraskúla
í Keypmannahavn
Seinast í 18. øld síggjast dømi um, at roynt
hevur verið at fáa skúlaðar ljósmøður til
Føroya. Svabo skrivar (1782), at ljósmøður
eru í Føroyum, men ov fáar og ókønar.
Hann nevnir, at ein ljósmóðir hevur verið í
Danmark og lært, og vónar at fleiri kunnu
verða sendar niður at læra.4 í prestafrá-
greiðing frá 1785 stendur, at Sandsprestur
hevði gramt seg um, at eingin ljósmóðir var
í allari oynni. »... Jeg ønskede fra min Start
at Øvrigheden vilde raade Bod derpaa og ej
som førhen lade det blive ved blotte Løf-
ter.«5
Neyvan hava tað verið nógvar føroyskar
kvinnur, sum fóru til Keypmannahavnar á
ljósmøðraskúla fyrst í 19. øld. í 1830-árun-
um vóru nakrir næmingar úr Føroyum á
ljósmøðraskúla fyri rokning amtrepartións-
kassans; tilsamans vóru 7 næmingar úr Før-
oyum á skúlanum 1830-48.6
Roynt varð at gera tað lagaligari hjá føroy-
ingum at sleppa inn við at lata tær fáa frí-
pláss á ljósmøðraskúlanum. í 1848 kom kgl.
resolutión, sum tryggjaði næmingum úr Før-
oyum, íslandi og Grønlandi tvey frípláss í
part. Skipanin fekk tó ongan týdning í Før-
oyum, tí millum 1848 og 1873 fór bert ein
næmingur niður at læra7. Torført var at
finna konufólk, sum buðu sær til at fara, og
eydnaðist tað at finna eina, ið var fús at fara,
slapp hon ikki inn. Hetta nevnir Panum
lækni, sum var í Føroyum í sambandi við, at
ring meslingasjúka herjaði í 1846, og eisini
nevnir hann, at bæði amtmaður og lands-
lækni høvdu roynt at lætta føroyskum næm-
ingum at sleppa inn á ljósmøðraskúlan, men
lítið var komið burturúr8. í 1871 vóru regl-
urnar broyttar, so at frípláss skuldu vera til
taks fyri 2 næmingum úr hesum 3 londum,
eisini um næmingatalið annars var fult.
Málsligir trupulleikar kunnu hava verið
ein orsøk til, at danski ljósmøðraskúlin ikki
var so fegin um føroyskar og íslendskar
næmingar. Hetta heldur ið hvussu er íslend-
ingurin Anna Sigurðardóttir. Hon nevnir
sum dømi, at stutt eftir at íslendsk kona var
komin á skúlan (1842), kom bræv til amt-
menninar um at syrgja fyri, at næmingarnir
vóru betur fyrireikaðir og førir fyri at lesa
danskt »flydende og forstandigt«9.
Eftir uml. 1880 eydnaðist betur at fáa før-
oyskar næmingar at fara niður at læra; men
ikki fyrr enn komið var væl inn í 20. øld,
høvdu at kalla allar ljósmøður, sum virkaðu
her í landinum, verið á ljósmøðraskúla í
Keypmannahavn.
Lítið vita vit um, hvussu kvinnur í 19. øld
trivust á ljósmøðraskúlanum. í donskum
bókmentum er lýst, hvussu umstøðurnar
vóru. Nógv arbeiði varð lagt á næmingarnar,
nógv náttarvøka, og lítil tíð til at lesa. Ljós-
møður í 20. øld siga seg minnast hetta sum
eina strævna tíð, og at tað í fyrstani kundi
vera ringt at fylgja við. Ljósmøður føddar í
hesari øldini hava gramt seg um, at lærarar
ikki gjørdu sær so stóran ómak við gentum í
barnaskúlanum; hetta, kunnu vit hugsa okk-
um, hevur óivað verið vanligari fyrr.
Ljósmøðraskeið í Havn
í 1810-reglugerðin varð tann undantaksregla,
at inntil nóg stórt tal av ljósmøðrum, sum
høvdu verið á ljósmøðraskúla, vóru til taks,
varð loyvt at seta ljósmøður, sum vóru upp-
lærdar hjá fysikus á staðnum og høvdu fing-
ið váttan frá honum ella øðrum læknakøn-
um manni um, at tær vóru skikkaðar at
virka sum ljósmøður.
Landslæknar í Føroyum skipaðu tí fyri