Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 119

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 119
LEIKAR OG LÆRDAR 123 Føroyingar á ljósmøðraskúla í Keypmannahavn Seinast í 18. øld síggjast dømi um, at roynt hevur verið at fáa skúlaðar ljósmøður til Føroya. Svabo skrivar (1782), at ljósmøður eru í Føroyum, men ov fáar og ókønar. Hann nevnir, at ein ljósmóðir hevur verið í Danmark og lært, og vónar at fleiri kunnu verða sendar niður at læra.4 í prestafrá- greiðing frá 1785 stendur, at Sandsprestur hevði gramt seg um, at eingin ljósmóðir var í allari oynni. »... Jeg ønskede fra min Start at Øvrigheden vilde raade Bod derpaa og ej som førhen lade det blive ved blotte Løf- ter.«5 Neyvan hava tað verið nógvar føroyskar kvinnur, sum fóru til Keypmannahavnar á ljósmøðraskúla fyrst í 19. øld. í 1830-árun- um vóru nakrir næmingar úr Føroyum á ljósmøðraskúla fyri rokning amtrepartións- kassans; tilsamans vóru 7 næmingar úr Før- oyum á skúlanum 1830-48.6 Roynt varð at gera tað lagaligari hjá føroy- ingum at sleppa inn við at lata tær fáa frí- pláss á ljósmøðraskúlanum. í 1848 kom kgl. resolutión, sum tryggjaði næmingum úr Før- oyum, íslandi og Grønlandi tvey frípláss í part. Skipanin fekk tó ongan týdning í Før- oyum, tí millum 1848 og 1873 fór bert ein næmingur niður at læra7. Torført var at finna konufólk, sum buðu sær til at fara, og eydnaðist tað at finna eina, ið var fús at fara, slapp hon ikki inn. Hetta nevnir Panum lækni, sum var í Føroyum í sambandi við, at ring meslingasjúka herjaði í 1846, og eisini nevnir hann, at bæði amtmaður og lands- lækni høvdu roynt at lætta føroyskum næm- ingum at sleppa inn á ljósmøðraskúlan, men lítið var komið burturúr8. í 1871 vóru regl- urnar broyttar, so at frípláss skuldu vera til taks fyri 2 næmingum úr hesum 3 londum, eisini um næmingatalið annars var fult. Málsligir trupulleikar kunnu hava verið ein orsøk til, at danski ljósmøðraskúlin ikki var so fegin um føroyskar og íslendskar næmingar. Hetta heldur ið hvussu er íslend- ingurin Anna Sigurðardóttir. Hon nevnir sum dømi, at stutt eftir at íslendsk kona var komin á skúlan (1842), kom bræv til amt- menninar um at syrgja fyri, at næmingarnir vóru betur fyrireikaðir og førir fyri at lesa danskt »flydende og forstandigt«9. Eftir uml. 1880 eydnaðist betur at fáa før- oyskar næmingar at fara niður at læra; men ikki fyrr enn komið var væl inn í 20. øld, høvdu at kalla allar ljósmøður, sum virkaðu her í landinum, verið á ljósmøðraskúla í Keypmannahavn. Lítið vita vit um, hvussu kvinnur í 19. øld trivust á ljósmøðraskúlanum. í donskum bókmentum er lýst, hvussu umstøðurnar vóru. Nógv arbeiði varð lagt á næmingarnar, nógv náttarvøka, og lítil tíð til at lesa. Ljós- møður í 20. øld siga seg minnast hetta sum eina strævna tíð, og at tað í fyrstani kundi vera ringt at fylgja við. Ljósmøður føddar í hesari øldini hava gramt seg um, at lærarar ikki gjørdu sær so stóran ómak við gentum í barnaskúlanum; hetta, kunnu vit hugsa okk- um, hevur óivað verið vanligari fyrr. Ljósmøðraskeið í Havn í 1810-reglugerðin varð tann undantaksregla, at inntil nóg stórt tal av ljósmøðrum, sum høvdu verið á ljósmøðraskúla, vóru til taks, varð loyvt at seta ljósmøður, sum vóru upp- lærdar hjá fysikus á staðnum og høvdu fing- ið váttan frá honum ella øðrum læknakøn- um manni um, at tær vóru skikkaðar at virka sum ljósmøður. Landslæknar í Føroyum skipaðu tí fyri
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.