Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 122

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Page 122
126 LEIKAR OG LÆRDAR forsyrgja sær. Hetta nevna landslæknarnir ikki beinleiðis; harafturímóti skrivaði lands- læknin (Fr. Hoegh-Guldberg, landsl. 1865- 1872) í 1870 til amtmannin m.a.: »... det hænder ogsaa af og til, at Ingen findes, som frivilligt vil indlade sig pá at blive Jordemoder, i hvilket Fald Befolkningen ... vælger en dertil og den saaledes válgte tør ikke vægre sig mod at lade sig oplære, selv om hun ikke har mindste Lyst der- til.« Sum áður nevnt var vorðið siður at savna pening í sóknini til at gjalda læru hjá ljós- móður. Um tað skrivar Emil Madsen lands- lækni til amtið í november 1875 í sambandi við, at uppskot til nýggja ljósmøðralóg var til viðgerðar og fekk misjavna undirtøku: »En sável blandt publikum som blandt jordemødre- ne ikke ganske sjælden anskuelse, der næppe en- gang savner talsmænd i selve lagtinget, at den jorde- moder, som er oplært for et distrikts regning, der- med er solgt til distriktet og trælbunden til at tjene for livstid, bidrager sit til at holde sammen pá tinge- ne.« Sama ár skrivaði Emil Madsen til løgtingið í sambandi við, at tað gekst verri og verri at fáa ljósmøður í læru: »... At bestillingen med den indtægt den nu med- fører ikke kan friste mange viser sig naturligvis tyde- ligere og tydeligere, jo mere den tid má betragtes som et overvundet stadium, da en kone deraf, at opinionen i hendes bygd stemplede hende som qvali- ficeret til at være jordemoder, lod sig bevæge til at overtage en bestilling, hvortil hun muligvis var uen- delig langt fra at føle noget kald eller nogen lyst...«' Men kanska stavar hetta trýst, sum bygdar- fólkið leggur á ávís konufólk, líka nógv frá embætismonnunum sjálvum. í skjølum landslæknans og amtmansins eru at finna brøv, sum benda á, at so hevur verið. - Tá ið ein 26 ára gomul kona á útoyggj í 1879 bar seg undan at koma til Havnar á skeið, tí hon var so ússalig, fekk Norðoya lækni boð um at manna bát fyri amtsins rokning at fara eftir henni ella aðrari konu at koma til Havn- ar. - í brævi frá einum presti til landslækn- an er endurgivin undanførslan hjá eini konu at koma til Havnar á skeið: hon er við barn og heldur tí ikki, at landslæknin kann »brúka hana«. Tað vil siga, hon sigur ikki beinleiðis nei, men sum so ofta, tá ið fólk av lægri stætt skulu verja seg móti einum av hægri stætt, aftra tey seg sum longst við beinleiðis konfrontatión. Teirra verja er at víkja undan heldur enn beinleiðis at seta seg upp ímóti valdi. Seinni í tíðini vóru tað kommunustýrini, sum lýstu eftir kvinnum at senda niður á ljósmøðraskúla ella til Havnar á skeið. At ikki allar fóru av egnum huga, skilst av sam- røðum við ljósmøður í okkara øld, sum spurdar hví tær fóru at læra svara »eg varð biðin at fara« og kunnu siga frá tvørleikum t.d. við at fáa onkran at ansa eftir børnum, meðan tær vóru burturi. í 1895 komu nýggjar reglur fyri upptøku á ljósmøðraskúlan í Keypmannahavn. Størsta broyting var, at kravið um, at næmingarnir skuldu hava átt barn, varð slept, og harvið tann meginregla, at egnar royndir av barn- burði høvdu týdning í yrkinum. Málið var at draga kvinnur frá borgara- stættini til Ijósmøðraskúlan, tí tær høvdu vanliga betri skúlakunnleikar enn almúgu- kvinnur og vóru sostatt betur førar fyri at ogna sær ástøðiliga vitan. Nógv varð talað og skrivað um »højnelse af Jordemoderstan- den«. Kvinnur av borgarastætt vóru eisini ávirkaðar av tíðarinnar kvinnustríði fyri rætti til útbúgving og politiskum rættindum. Útbúgvingarmøguleikarnir vóru ikki nógvir, og nógvar borgarakvinnur sigast hava tikið
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.