Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 129

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Síða 129
LEIKAR OG LÆRDAR 133 Um løgtingsviðgerð í 1861 skrivaði Nap. Nolsøe til Sundhedskollegiet: »... I sidste Lagthingssession blev Sagen atter ta- gen under Behandling og gik forsaavidt et Skridt vi- dere end tidligere, at der bestemtes at ansætte en Di- striksjordemoder med en aarlig løn af 20 Rdlr., dog uden at Thinget vilde indlade sig paa Forslaget om en Taxt for Forretningerne, hvilket saa meget mere maa beklages, som Jordemødrene i Regelen honore- res meget daarligt og ere endogsaa betagne Retten til at gjøre deres Fordringer gjeldende ad Rettervei...« í 1870-árunum var uppskot til ljósmøðralóg aftur á tingi, men ringt var at koma til sættis um, hvør ið skuldi gjalda læru og løn. Løg- tingsmenn aftraðu seg við at leggja fíggjar- byrðar á kommunurnar og at áseta gjald, ið ljósmøður skuldu kunna krevja fyri tænast- ur sínar. Men í 1878 eydnaðist at samtykkja lógaruppskot, sum eisini danskir lóggevandi myndugleikar eftir tilmæli frá amtmanni og landslækna kundu góðtaka og staðfesta sum lóg. Eftir hesi lóg - Lov om Jordemodervæse- net paa Færøerne af 29. marts 1878 - varð landið býtt sundur í 25 ljósmøðradømi. Ein hin størsti vinningurin var reglan um, at ljós- møður skuldu hava fasta ársløn, 20-60 kr. (í Havn 80), møguliga (men ikki treytaleysa) aldursviðbót og eftirløn. Hetta skuldu kommunurnar gjalda, útreiðslur til læru skuldi amtið vanliga gjalda. Frá viðskiftafólki kundi ljósmóðir krevja »en billig Godtgørelse«, 2-8 kr. varð nevnt sum leiðbeinandi gjald og 0,50 til 1,00 um dagin fyri at ganga til seingjarkonu. Hetta tal varð sett lágt fyri ikki at forða fátækum at nýta køna ljósmóður og svaraði til tað, sum tær vanliga høvdu fingið frammanund- an. Til samanberingar var konufólkaløn fyri fiskaarbeiði l,50kr. um dagin (skriv lands- læknans til løgtingið 1875). Eftir hetta var eitt skifti lættari at fáa kvinnur at fara á ljósmøðraskúla, enn tað áður hevði verið. Men sum frá leið, dragnaði meira millum tað vanliga prís- og lønarlagið í samfelagnum og ljósmøðralønirnar. í 1906 skrivar landslæknin í ársfrágreiðing síni: «... Iøvrigt kunde der nu være god Anledning til pá det indstændigste at henlede opmærksomheden pá de mere end usle lønningsforhold, som bydes de færøske jordemødre, idet disse nemlig kun fá en løn pá 20 a 60 (i Thorshavn 80 kr) árlig og det endda uden ret til pension, som nár den ydes, desværre kun er ringe. Det viser sig nu ogsá i de sidste ár, at det bliver vanskeligere og vanskeligere i det hele taget at fá vakante pladser besatte og ikke mindre at fá gode og vel kvalificerede kvinder dertil. Det vil derfor væ- re báde retfærdigt og nødvendigt snarest muligt at fá jordemødrenes lønningsforhold i høj grad for- bedrede; thi deres arbejde her er báde mere anstren- gende og opslidende end andetsteds.« í august 1907 skrivar landslæknin »vegna eina ljósmóður« til amtmannin og biður gera tinginum vart við lønarviðurskifti ljós- møðra. Eitt hampiliga stórt umdømi (1200 fólk) kann geva eina ársinntøku upp á 332 kr., og tað er ikki nóg mikið til at føða ein persón, tíansheldur eina familju. Hann vísir til, at danskar ljósmøður fáa væl meira, hó- ast tær hava nógv betri arbeiðsumstøður, og eisini at øll onnur - »fra den lavestlønnede Fagarbejder til de højere Dele af Centralad- ministrationen« hava fingið munandi lønar- hækkingar. í 1909-11 vóru 21 ljósmøður; av teimum høvdu 12 minni enn 100 kr. í nettoinntøku um árið í miðal, bert 3 meira enn 300 kr.23 I 1919 var byrjanarløn lærara 700 kr. Ting- mannaløn varð í 1907 sett til 200 kr. í 1912 varð uppskot til nýggja ljósmøðra- lóg lagt fyri tingið, men ikki avgreitt. 011 ár- ini frá 1915 til 1920 var ljósmøðralógin til viðgerðar í løgtinginum og hjá donskum
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.