Fróðskaparrit - 01.01.1991, Side 133
LEIKAR OG LÆRDAR
137
hvør móti aðrari: umsorganararbeiði sum
grannahjálp ella sum professionelt arbeiði.
Fyrst kunnu vit dvølja á eina løtu og royna
at hugsa okkum, hvussu hesar báðar, ljós-
mamman og jarðarmóðirin, síggja út.
Ljósmammuna hevur greinskrivarin longu
lýst: hon er ein hugnalig, gomul kona, ein
tryggleikaskapandi og kendur gestur.
Á ljósmøðraskúlanum í Keypmannahavn
skuldu næmingarnir hava hvítar kjólar og
fyriklæði. Á gomlum myndum eru tær ofta
í arbeiðsbúna, tey hvítu klæðini eru eyðkend
fyri tað, sum hevur við heilsuverkið at gera,
og seta tær nærri hvítklæddum læknum og
øðrum sjúkrahússtarvsfólki enn teirri
hugnaligu grannakonuni, sum kom inn og
setti hugnadám á húsið, har ið hon kom á
gátt.
Hansina Hansen skrivaði framhaldsgrein
»De færøske Jordemødres Levevilkár fra
1878 til 1919« í Dimmalætting á heysti 1919.
Seinni sama ár var lesarabræv í Tingakrossi,
undirskrivað »Husmoder« (helst blaðstjórin
sjálvur); tað var álop á Hansinu Hansen og
viðmerkingar til greinarøð hennara, og hon
svaraði aftur í 4 teim komandi nr. av
Dimmalætting. - Bæði tá ið hon er í álopi
og tá ið hon verjir seg, hóma vit hugburð
bæði hjá almenningi og hjá ljósmøðrum til
ta broyting av sjálvsfatan og identifisering
við yrkið, sum nú av ymsum umstøðum
verður skundað undir. TI skal verða tikið
fram ymist í hesi skriving.
Hvussu umboðandi Hansina Hansen er
fyri føroyskar ljósmøður í 1919, er ivasamt.
Spurningurin er, um nøkur ljósmóðir um
hesa tíð var umboðandi fyri allar ljósmøður
í landinum. Umstøður og lívskrøv broytast
ikki við somu ferð á smáplássum og stór-
plássum. Men nógv av tí, sum Hansina Han-
sen førir fram, vísir, at hon er ávirkað av
samtíðar yrkispolitiskum og kvinnupolitisk-
um hugsjónum.
Samanumtikið grundgeva ljósmøður løn-
arkrøv síni við tali á arbeiðstímum (dag og
nátt), strævnari ferðing og stórari ábyrgd.
Tær brúka nógvar pengar til klædna- og
skógvaslit og vasking og heilsugóðan mat.
Tær krevja eftirløn og sjúkratrygd, tí starvið
fer illa við heilsuni.
í áðurnevndu grein skrivar Elstad, at
læknar hava víst til, at teir gera samfelags-
gagnligt arbeiði. Tann gamla »ljósmamm-
an« hevði umsorgan fyri barnakonuni og
mundi neyvan tala um tað »samfelagsgagn-
liga« hon gjørdi. Hansina Hansen umtalar
ljósmøðurnar sum eina stætt, sum tænir
samfelagnum:
»1 1878 kunde Jordemødrene holde sig rene og hele,
om end ikke standsmæssigt« (Dimmal. nr. 84/1919),
og
»Statens Støtte .. . kan vi Jordemødre modtage
uden Skade for vor Ære, da vi mener at have udført
et ikke ubetydeligt Arbejde for Samfundet. ...
Sympati og Forstáelse for vort Arbejde i Samfun-
dets Tjeneste har vi ogsá fra disse rettænkende og
forstandige Mennesker.« (Dimmal. nr. 86/1919).
Um professionaliseringspolitikk hjá teimum,
sum hava við umsorganararbeiði at gera,
skrivar Kari Wærnes m.a.:
«... Den som skall gøra karriár inom desse yrken
och dármed fá indflytande pá videreutvecklingen av
sávell yrkesroller som de organisatoriske ramarna
for yrkesgruppens verksamhet máste ge upp sin per-
sonorientering til fordel for en fack- och kollegaori-
entering«31.
Dømi um, at Hansina Hansen uppgevur
»personorientering til fórdel fór fack- och
kollegaorientering« finna vit í setningum,
har hon nevnir læknar og ljósmøður í einum
bólki, og sum hava somu áskoðan á t.d. rein-
føri: