Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 133

Fróðskaparrit - 01.01.1991, Blaðsíða 133
LEIKAR OG LÆRDAR 137 hvør móti aðrari: umsorganararbeiði sum grannahjálp ella sum professionelt arbeiði. Fyrst kunnu vit dvølja á eina løtu og royna at hugsa okkum, hvussu hesar báðar, ljós- mamman og jarðarmóðirin, síggja út. Ljósmammuna hevur greinskrivarin longu lýst: hon er ein hugnalig, gomul kona, ein tryggleikaskapandi og kendur gestur. Á ljósmøðraskúlanum í Keypmannahavn skuldu næmingarnir hava hvítar kjólar og fyriklæði. Á gomlum myndum eru tær ofta í arbeiðsbúna, tey hvítu klæðini eru eyðkend fyri tað, sum hevur við heilsuverkið at gera, og seta tær nærri hvítklæddum læknum og øðrum sjúkrahússtarvsfólki enn teirri hugnaligu grannakonuni, sum kom inn og setti hugnadám á húsið, har ið hon kom á gátt. Hansina Hansen skrivaði framhaldsgrein »De færøske Jordemødres Levevilkár fra 1878 til 1919« í Dimmalætting á heysti 1919. Seinni sama ár var lesarabræv í Tingakrossi, undirskrivað »Husmoder« (helst blaðstjórin sjálvur); tað var álop á Hansinu Hansen og viðmerkingar til greinarøð hennara, og hon svaraði aftur í 4 teim komandi nr. av Dimmalætting. - Bæði tá ið hon er í álopi og tá ið hon verjir seg, hóma vit hugburð bæði hjá almenningi og hjá ljósmøðrum til ta broyting av sjálvsfatan og identifisering við yrkið, sum nú av ymsum umstøðum verður skundað undir. TI skal verða tikið fram ymist í hesi skriving. Hvussu umboðandi Hansina Hansen er fyri føroyskar ljósmøður í 1919, er ivasamt. Spurningurin er, um nøkur ljósmóðir um hesa tíð var umboðandi fyri allar ljósmøður í landinum. Umstøður og lívskrøv broytast ikki við somu ferð á smáplássum og stór- plássum. Men nógv av tí, sum Hansina Han- sen førir fram, vísir, at hon er ávirkað av samtíðar yrkispolitiskum og kvinnupolitisk- um hugsjónum. Samanumtikið grundgeva ljósmøður løn- arkrøv síni við tali á arbeiðstímum (dag og nátt), strævnari ferðing og stórari ábyrgd. Tær brúka nógvar pengar til klædna- og skógvaslit og vasking og heilsugóðan mat. Tær krevja eftirløn og sjúkratrygd, tí starvið fer illa við heilsuni. í áðurnevndu grein skrivar Elstad, at læknar hava víst til, at teir gera samfelags- gagnligt arbeiði. Tann gamla »ljósmamm- an« hevði umsorgan fyri barnakonuni og mundi neyvan tala um tað »samfelagsgagn- liga« hon gjørdi. Hansina Hansen umtalar ljósmøðurnar sum eina stætt, sum tænir samfelagnum: »1 1878 kunde Jordemødrene holde sig rene og hele, om end ikke standsmæssigt« (Dimmal. nr. 84/1919), og »Statens Støtte .. . kan vi Jordemødre modtage uden Skade for vor Ære, da vi mener at have udført et ikke ubetydeligt Arbejde for Samfundet. ... Sympati og Forstáelse for vort Arbejde i Samfun- dets Tjeneste har vi ogsá fra disse rettænkende og forstandige Mennesker.« (Dimmal. nr. 86/1919). Um professionaliseringspolitikk hjá teimum, sum hava við umsorganararbeiði at gera, skrivar Kari Wærnes m.a.: «... Den som skall gøra karriár inom desse yrken och dármed fá indflytande pá videreutvecklingen av sávell yrkesroller som de organisatoriske ramarna for yrkesgruppens verksamhet máste ge upp sin per- sonorientering til fordel for en fack- och kollegaori- entering«31. Dømi um, at Hansina Hansen uppgevur »personorientering til fórdel fór fack- och kollegaorientering« finna vit í setningum, har hon nevnir læknar og ljósmøður í einum bólki, og sum hava somu áskoðan á t.d. rein- føri:
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.