Fróðskaparrit - 01.01.2001, Side 1
5
»Hvør sum í míni fótspor stígur,
lær ikki allan stund!«
Søga og undirsøga í Gongu Rólvs kvæði
Heroism and incest in the ballad of Gongu Rólvur.
Eyðun Andreassen
Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin. V. U. Hammershaimbsgøta 16, FO 100 Tórshavn, Føroyar. Telefon
+298 315304. Fax + 298 318448. E-mail: eyduna@setur.fo
Tí svaraði Gongu Rólvur, gerst nú nýtur drongur:
Fáið mær prest at skrifta mær, eg vil ikki liva longur!«
Úrtak
Tolking og greining av føroyska kvæðaskaldskapinum
er eitt næstan órørt granskingarevni higartil. 1 hesi grein
leggi eg fram eina tolking av kappakvæðnum Gongu
Rólvs kvæði, har eg vísi á, at undir tí ytru kappakvæða-
frásøgnini ber til at lesa eina aðra søgu, ið als einki sam-
band hevur við vanliga uppfatan av einum kappakvæði.
Evnið í hesi søguni er incest, og kvæðið, ið av granskar-
um verður mett at vera ósamanhangandi og tilvildarliga
samansett av, í mun til hesa undirsøgu tvørturímóti eitt
sera harmoniskt og logiskt samansett skaldaverk.
Abstract
The Faroese medieval heroic ballad poetry has hardly
ever been subject to scholarly interpretation and content
analysis. In this article I shall present an interpretation of
the heroic ballad of Gongu Rólvs kvæði, where I
demonstrate that beneath the heroic ballad story it is
possible to read yet another story, the subject of which
proves to be far from any usual heroic ballad theme. The
subject of this underlying story is that of incest. Previ-
ous researchers have described the ballad as a rather
loosely compiled genuine heroic ballad with some ran-
dom folk tale motives, but analyzed as a story of incest,
it proves to be a precisely composed harmonic poem
told in the codes of a genuine folk tale.
Kappakvæðini eru um menn og teirra
roysni fyri manndómi, æru, makt og kvinnu
og fyri at vinna sær sess millum kappar.
Sinnalagið er ókvæmt og tilburðirnir ógvu-
ligir í lýsingunum av bardøgunum millum
menn og risar í hesum skaldskapi.
Kappakvæði kunnu tykjast summum at
vera grunnur skaldskapur. Tann, ið lesur
tey, kann uppliva seg sum áskoðara til ein
stirðnaðan sjónleik við leiklutum, ið eru
kunnugir frammanundan og ikki fara út um
ásettar karmar, og kann sita eftir við eini
mynd av einstáttaðum persónslýsingum,
fábroyttum hendingum og groteskum bar-
dagalýsingum, alt sett saman uttan skalds-
ligan vilja og skapandi trá. Lesarin kann
somuleiðis vamast okkurt ósamsvar mill-
um gerðir og kenslur, ið kann kennast sum
vantandi trúvirði í grundgevingini fyri ella
atvoldini til hendingamar: teir ofta ógvu-
liga dramatisku ytru tilburðirnir hava einki
samsvarandi psykologiskt ella kensluligt
dýpi-
Fróðskaparrit 48. bók 2001: 5-24