Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 139
NÝTT INNAN VÍSINDI 2000
143
ingunum vísa eisini, at meginparturin av
rýmda alilaksinum stavar frá norskum ali-
brúkum. Tá ið metingar verða gjørdar av
nøgdini av villum laksi, er neyðugt at taka
hædd fyri nøgdini av alilaksi, áðrenn út-
rokningar verða gjørdar.
Magakanningarnar vístu, at krabbadjór,
serliga amfipodir av slagnum Themisto
spp., krill (Euphausiidae), eins og sokallaði
mesopelagisk fiskasløg (prikkafiskar, laks-
tobis og lakssild) hava stóran týdning fyri
vøkstur av laksi í sjónum. Bert fáir laksar
høvdu etið annan fisk, so sum sild, svart-
kjaft ella makrel. Magakanningarnar vístu
eisini, at alilaksurin hevur somu mongd og
sama slag av føði í maganum sum tann villi
laksurin.
Kanningarnar vístu eisini, at laksur verð-
ur smittaður við laksalús (Lepeophtheirus
salmonis) úti á opnum havi. Tann rýmdi
alilaksurin sær út til at vera fongdur við
fleiri lúsum enn tann villi laksurin. Hesar
hevur hann helst fingið á seg, áðrenn hann
fór út frá landi og út á hav.
nual changes in the availability of any par-
ticular prey.
The sea lice (Lepeophtheirus salmonis)
were found to infest salmon in the open
ocean. Practically all fish were infested
with on average 30 lice per salmon. Most
lice were adult ovigerous females. Escaped
farmed salmon had significantly higher
load of lice than wild salmon.