Fróðskaparrit - 01.01.2001, Qupperneq 159
HØVUNDALEIðBEINING
163
Høvundaleiðbeining
Fróðskaparrit er tíðarritið hjá Fróðskaparfelagnum. Allar
náttúruvísindaligar og læknafrøðiligar ritgerðir, somuleiðis
allar hugvísindaligar ritgerðir á øllum skandinávisku málunum
ella á enskum hava áhuga um so er, at evnið, tær viðgera, hevur
samband við Føroyar.
Ritstjómin og/ella óheftir metarar viðgera øll handritini,
sum koma inn. Gjørt skal verða eftir hesi leiðbeining, annars
verður ritgerðin send høvundanum aftur, so at hann kann
endurskoða hana.
Send upprunaritið og tvey avrit av handritinum til
ritstjóran, helst eisini sum fíl á 3 '/4" diskli í WordPerfect ella
Word ella sum ASCII-ffl.
Høvundarnir fáa rættlestrar sendandi, og teir eiga at verða
sendir ritstjóranum aftur innan eina viku. Sum minst eigur at
verða broytt; em ógvisligar broytingar, verður kravt fyri tað.
Fyrsti høvundur fær 50 serprent fyri einki.
Leiðbeining:
Handrit eiga at lúka tær treytir, sum eru vanligar innan tey
ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum gjørligt vera
av ískoytisviðmerkingum, serliga eigur at vera roynt at sleppa
undan undirgreinum - tá átti heldur at verið komið við allari
frágreiðingini í sjálvari ritgerðini.
Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum við at vera
undirstnkað) eiga at verða nýttir til:
1) At vísa til heitið á bókum og tíðarritum
2) Plantu-og djóraheiti á latíni
Heitið á ritgerðini: Feitir stavir, stórir og smáir stavir og
navnið á høvundanum/unum: Skákstavir, stórir og smáir stavir
og so tvær tómar reglur.
Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, stórir og smáir stavir og so
ein tóm regla.
Stig 2 undirheitið: Feitir stavir, stórir og smáir stavir, eingin
tóm regla aftaná.
Stig 3 undirheitið: Skákskrift, stórir og smáir stavir, eingin tóm
regla aftaná.
Heitið á greininum, tekstin til myndar og tabellum skal
standa á føroyskum og ongelsk.
Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu
síðu, síðani kemur samandráttur av ritgerðini, ið ikki má vera
meiri enn 175 orð, ið víðka um heitið uttan at endurtaka tað.
Samandrátturin vísir í stórum á endamálið við ritgerðini,
greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdningarmiklum
úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur enn eitt úrtak at vera
tøkt til at týða annaðhvørt til føroyskt ella enskt alt eftir,
hvørjum máli ritgerðin er á. Fult navn og bústaður hjá
høvundanum/unum eiga at standa aftan á tilvísingarlistan,
somuleiðis telefon- og faksnummar og hvagar snarpostur kann
sendast.
Best var, um teksturin var býttur upp í: Inngangur, tilfar og
mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøðu, men onnur hugtøk
munnu fara at verða góðkend. í tekstinum verða altjóða
skipanir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til dømis metur
skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C). Myndir: Talvur og
myndir (eisini fotomyndir) eiga at standa aftan á tekstin, og
frágreiðing um tær eigur at standa í myndatekstinum (ikki sum:
...sí tekst). I talvunum eigur teigari (tabulator) at verða nýttur,
ongantíð glopp. Myndir eiga at verða sendar sum ein EPS
(PRN?) fflur ella prentaðar á hvítt pappír. Allir stavir og øll tøl
verða sett við telduni hjá prentaranum. Svart/hvítar fotomyndir
ella litmyndatalvur mugu sendast sum diasmyndir ella sum
glansprent, ikki størri enn A4 til støddar.
í tekstinum eiga tilvísingar ikki at verða talmerktar, men
navngivnar sum Joensen (1963) ella tá ið tað liggur betur fyri
sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein tilvísing, eigur at verða
skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970), ella: (Joensen, 1963;
1970), ella: (Svabo, 1783; Joensen, 1963). Soleiðis eigur at
verða víst til ávísar síður: (Joensen, 1963: 123-134). Soleiðis
eigur at verða víst til tveir høvundar: (Joensen og Táning,
1970) og soleiðis til meiri enn tveir høvundar: (Enckell et al.,
1986). Longri niðri stendur tilvísing í fullum orðaljóði.
Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í nummarrøð, men
skrivaður í bókstavarøð, heiti á bókum í fullum líki, tíðarrit við
teimum styttingum, sum tíðarritið nýtir í løtuni, so sum:
Benjaminsen, T. og Christensen, I. 1980. The natural history of
the bottlenose Whale, Hyperoodon ampullatus (Foster).
In: Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds.). Behavior of Marine
Animals vol 3: 143-158.
Enckell, P.H., Bengtson, S.-A., Douwes, P., Niklasson, M.,
Stille, B. og Wiman, B. 1986. The dispersal pattern of an
anthropochorous species: Genetic variation in
populations of Lumbricus terrestris L. (Lumbricidae) in
the Faroe Islands. Hereditas 104: 253-261.
Joensen, A.H. 1963. Ynglefuglene pá Skúvoy, Færøeme, deres
udbredelse og antal. Dansk Ornith. Foren. Tidskr. 57: 1-
18.
Joensen, H.D. 1970. Fuglamyndir eftir Díðrik á Skarvanesi.
Fróðskaparrit 18: 275-296.
Joensen, J.S. og Táning, Á.V. 1970. Marine and Freshwater
fishes. In: Spárck, R._ and Tuxen, S.L. (eds.). 1928-
1971. The Zoology of the Faroes III(I): LXII-LXIII. 1-
241.
Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Reise i Færøe
1781 og 1782. Selskabet til Udgivelse af Færøske
Kildeskrifter og Studier. København.
Udkast til Lov for Færøeme om Jagt, Fuglefangst m.m. 1911.
Forslag og Betænkninger afgivne af Den Færøske
Landbokommision. København: 303-314.
Williamson, K. 1970. (2nd ed). The Atlantic Islands. A study of
the Faroe Life and Scene. London.
Sendið handritini til Dorete Bloch, ritstjóra, Føroya
Náttúrugripasavn, FO-100 Tórshavn, tlf.: 318588, faks:
318589, Snarpostur: doreteb@ngs.fo.