Føroya kunngerðasavn A og B - 03.08.1971, Blaðsíða 22

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.08.1971, Blaðsíða 22
70 1. Anamnesa a. Vinnulig anamnesa. Tað skal vera próvført, hvat slag og hvussu mikið av kavarastarvi hevur verið útint síðani seinastu lækna- kanning, og um kavarin hevur kent sær nakað mein av arbeiðinum sum kavari (t.d. kavarasjúku, oyrna- sjúku og tiving). b. Almenn anamnesa. Viðkomandi má yvirhøvur ikki síðani seinastu lækna- kanningina hava havt ella hava sjúku, sum tilskilað: Sinnissjúku, organiska nervasjúku sum niðurfals- sótt av einumhvørjum slag, svímilsi ella harðan heílaskjálvta, varandi ella afturkomandi lungnasjúkur sum ringt slím á lungunum, bróst- møði, lungnatuberklar og spontanan pneumothorax, ringan giktfepur (febris rheumatica), hjartasjúkur, afturkomandi oyma- ella hjáholusjúkur, ringar maga- ella tarm- sjúkur, eisini við sári, ella sukursjúku. 2. Lutlig kanning a. Almennur heilsustandur. Eingi tílík kropslig brek og eingi tekin til tílíkar sjúkur, sum kunnu ætlast at nerva starv hansara sum kavari, og ikki ovurfeitur. b. Sálarstandur. Einki tekin til sálarlig frá- vik. c. Eyguni. Sjónin skal vera minst 6/9 við gløsum. Annað eygað blint ella burtur ger einki. d. Oyruni. Hoymin skal vera í lagi. Einki tekin til sjúku í inn- ella miðoyra. Ljóðhinnan skal vera í lagi og má ikki vera nógv tand inná. e. Nasa- og hjáholur. Ongar varandi sjúkur í nasa- ella hjáholum. f. Yrkisgøgn í bróstrúmi. Eingi munandi frávik frá tí rættvorðna. Pulsurin skal vera regluligur og ikki nógv ovurtrýst (hypertensio arterialis). g. Búkrúm (kviður). Eingin hættislig sjúka í kviðunum, heldur ikki tar- malop ella veik arr. Kann- ing av vatninum má ikki avdúka sjúku. h. Røringargøgn. Ein og hvør sjúka ella eitt og hvørt brek, sum munandi skerjir fría liðagongd. megi hennara elia samskipan, ella tekin til æðrasjúkur í út- ryðjunum, eisini serstakliga ringir æðraknútar, forða fyri framhaldi. j. Váttan frá tuberklastøðini skal liggja hjá. § 3. Váttanir um læknakanning- ar sum fyrisett í §§ 1 og 2 sku- lu gerast eftir prentaðum for- skriftum, sum landsstýrið ger. § 4. Gevur læknakanmngin ovist úrslit, ella kemur upp ivi ann- an veg, um onkur kann ætlast at hava staðið læknakanning sum fyrisett í §§ 1 ella 2 við nóg góðum úrsliti ella ikki, kann spumingurin skjótast inn til landsstýrío, sum eftir um- mæli frá lanđslæknanum tekur avgerð í spurninginum. Innan avgerð kann landsstý- rið um neyðugt stíla fyri nýg- gjari læknakanning, sum landslæknin fær í lag. Tílík læknakanning kostar viðkomandi einki. § 5- Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer kunngerð nr. 217 frá 12. september 1936 um læknakanningar eftir lóg nr. 97 frá 7. apríl 1936 urn kavara- vinnu v.m. úr gildi. Føroya landsstýri, 6. juli 1971 Eli Nolsøe landsstýrismaður / J. Ellendersen.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.