Føroya kunngerðasavn A og B - 03.08.1971, Blaðsíða 52

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.08.1971, Blaðsíða 52
100 Nr. 35. 3. august. KUNNGERÐ Eftir heimild í § 54, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing og § 43, stk. 2 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matri- kulering og sundurbýti v.m., hevur landsstýrið fyrisett, nú freistin er úti at skjóta eigin- dómsdómin inn til hægri rætt, at hesar báðar lógimar fáa gildi fyri markatalsbygdina Hvalba, ið umfatar bygdirnar Hvalba, Sandvík og oynna Lítlu Dímun. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 3. august 1971. Peter F. Christiansen landsstýrismaður / J. Djurhuus. Nr. 36. 3. august. KUNNGERÐ um forskeið í heimspeki Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 20. mai 1965 um at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis) hevur landsstýrið fyrisett: Fróðskaparsetur Føroya hel- dur frá 1. september 1971 for- skeið í heimspeki, soleiðis at undirvísingin og prógvið er javngilt tí, sum er við lærdu háskúlarnar í Danmørk, íslan- di og Noregi. Atgongd til undirvísingar og próvtøku hava fólk við stu- dentsprógvi, HF-prógvi ella læraraprógvi. Heimspekiskeiðið verður greitt við at taka regluliga lut í unđirvísingini og við at svara skrivligum heimaverkevni. Fyri lesandi, sum ikki hava tikið regluliga lut í undirvís- ingini, verður skipað fyri munnligari ella skrivligari roynd. Fróðskaparsetur Før- oya kann viðurkenna aðrar greiðsluhættir. Givin verða próvmerkini: staðið/ikki staðið. Uppi í dømingini av heima- verkevnum og skrivligum og munnligum royndum eru 2 próvdómarar úr hinum Norð- urlondum. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 3. august 1971. S. Petersen landsstýrismaður / J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.