Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 4
44
SUM HAVA FYRILIT FYRI, at sáttmáli gjørdur við brævaskifti millum ríkisstjórn
Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Europeiska Felagsskapin hinumegin (hereftir
nevndur brævaskiftissáttmálin) við broytingum til lista I og II í fylgiskjalinum til frumskjal 1 í
upprunasáttmálanum, varð undirskrivaður 8. mars 1995.
SUM HAVA FYRILIT FYRI. eftir at Tjóðveldið Eysturríki, Tjóðveldið Finnland og
Kongaríkið Svøríki vórðu innlimað í Europeiska Samveldið 1. januar 1995, eiga skipanirnar
fyri samhandli við fiski og fiskavørum millum Føroya og Felagsskapin at verða tillagaðar,
soleiðis at samhandilsrákið millum Føroyar øðrumegin og tey nýggju limalondini hinumegin
verður varðveitt,
SUM HAVA FYRILIT FYRI sum eitt úrslit av, at Felagsskapurin hevur viðurkent eina felags
lýsing av uppruna jarðoljuframleiðslum, er neyðugt at tillaga reglurnar, ið ávirka hesar vørur,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at havd verður í huga ávís menning í samhandlinum
millum Felagsskapin og limalondini í EFTA, er neyðugt at tillaga reglumar um lýsing av
hugtakinum “uppmnavørur”, og hvussu fyrisitingarligt samstarv verður skipað,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at havd verður í huga serliga framleiðingin av fiskafóðri
í Føroyum. er neyðugt at tillaga reglumar um innflutning av ávísum landbúnaðarvømm,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at tryggja, at sáttmálin virkar á rættan hátt, eigur eitt
fmmskjal um sínámillum fyrisitingarligan smðul í tollmálum, at verða sett inn í sáttmálan,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at fylgja ávísum broytingum í toll- og vømskrá
sáttmálapartanna, sum ávirka vømr, ið em umrøddar í uppmnasáttmálanum, er neyðugt at
dagføra vømskránna fyri hesar vømr,
SUM HAVA FYRILIT FYRI til tess at gera tað smidligari, er hóskandi at geva
felagsnevndini heimild til at taka avgerð um broytingar til reglumar í fmmskjølunum í hesum
sáttmála,
SUM HAVA FYRILIT FYRI at gera tað greiðari, eigur ein nýggjur samansettur tekstur so
sum hesin sáttmáli at koma í staðin fyri uppmnasáttmálan og brævaskiftissáttmálan;
SUM HAVA í HUGA, at báðir sínamillum handilssáttmálamir millum Finnland, Svøríki og
Føroyar fara úr gildi, tá ið hesin sáttmálin kemur í gildi.
HAVA AVGJØRT, fyri at útinna hesi stevnumið, og við atliti til, at eingin regla í hesum
sáttmála kann verða tulkað soleiðis, at sáttmálapartarnir sleppa undan teim skyldum, sum
teimum em álagdar í øðmm altjóða sáttmálum,
AT GERA HENDA SÁTTMÁLA;
FR/CEE/fr 4