Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 98
138
knappar ikki eru flokkaðir í kapitlunum 50 til 63. Av somu orsøk forðar reglan ikki
fvri. at snarlás kunnu verða nýtt. hóast snarlás vanliga hava spunatilfar í sær.
6.3 Er ein prosentregla galdandi, skal virðið á tilfari, sum ikki hoyrir undir kapitlarnar 50-
63 roknast uppí, tá virðið á nýttum tilfari, sum ikki hevur upprunastøðu, verður
útroknað.
Viðmerking 7:
7.1 Viðvíkjandi vøruflokkunum 2707, 2713 til 2715, ex 2901, ex 2902 og ex 3403, eru
“allýstar tilgerðir” hesar:
(a) vakuumdropadríving;
(b) endurdropadríving við djúptøknum arbeiðshátti1;
(c) kloyving;
(d) endurforming;
(e) úttøka við hjálp av úrveljandi upploysingarevni;
(f) tilgerðin, ið fevnir um allar eftirfylgjandi viðgerðir: tilgerð við tjúknaðari
svávulsýru, oleum ella svávulanhydrid; neutralisering við alkaliskum evnum;
avliting og reinsing við natúrliga virknari jørð, virktari jørð, virktum trækoli ella
bauxiti;
(g) polymerisasjón;
(h) alkylasjón;
(i) isomerisasjón;
7.2. Viðvíkjandi vøruflokkunum 2710 2711 og 2712 eru “allýstar tilgerðir” hesar:
(a) vakuumdropadríving;
(b) endurdropadríving við djúptøknum arbeiðshátti1;
(c) kloyving;
(d) endurforming;
(e) úttøka við hjálp av úrveljandi upploysingarevni;
(f) tilgerðin, ið fevnir um allar eftirfylgjandi viðgerðir: tilgerð við tjúknaðari
svávulsýru, oleum ella svávulanhydrid; neutralisering við alkaliskum evnum;
avliting og reinsing við natúrliga virknari jørð, virktari jørð, virktum trækoli ella
bauxiti;
(g) polymerisasjón;
(h) alkylasjón;
(ij) isomerisasjón;
(k) viðvíkjandi tungolju bert í vøruflokki ex 2710, svávlan við hydrogeni, ið hevur
sum úrslit eina minking uppá í minsta lagi 85 prosent av svávulinnihaldinum í
framleiðsluni, ið tilgjørd verður (ASTM D 1266-59 T háttur);
(l) viðvíkjandi framleiðslum bert í vøruflokki 2710, deparaffinering við aðrari
tilgerð enn filtran;
(m) viðvíkjandi tungolju bert í vøruflokki ex 2710, viðgerð við hydrogen undir
trýsti, sum er meiri enn 20 bar og í hita, sum er hægri enn 250°C við at nýta
katalysator, sum ikki elvir til avsvávlan, tá ið hydrogenið er eitt virkið element í
eini kemiskari reaksjón. Meirviðgerð við hydrogeni úr smyrjiolju í vøruflokki ex
2710 (t.d. hydroeftirviðgerð ella avliting) fyri á meiri serskildan hátt at betra lit
ella bindindi, skal kortini ikki verða mett sum ein serskild viðgerð;
FR/CEE/frsIII/fgsI/fr 6