Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 91
131
Partur VII
CEUTA OG MELILLA
Grein 35
At nýta frumskjalið
1. Heitið "Felagsskapur" nýtt í grein 2 fevnir ikki um Ceuta ella Melilla.
2. Framleiðslur við uppruna í Føroyum, sum verða innfluttar til Ceuta ella Melilla, skulu í
øllum førum hava somu tollviðgerð, sum galda fyri framleiðslur við uppruna í
tolløkjunum í Felagsskapinum sambært frumskjali 2, lóg um innliman (Act of
Accession) av kongaríkinum Spania og tjóðveldinum Portugal í Europeiska
Felagsskapin. Føroyar skulu geva innflutning av framleiðslum, sum hesin sáttmálin
fevnir um og sum hava uppruna í Ceuta og Melilla, somu tollviðgerð sum framleiðslur,
sum eru innfluttar úr Felagsskapinum og hava uppruna haðani.
3. Við atliti til nýtsluna av 2. stk. viðvíkjandi framleiðslum við uppruna í Ceuta og
Melilla, skal hetta frumskjal nýtast við fyrivami av serligum treytum, ið ásettar eru í
grein 36.
Grein 36
Serstakar treytir
1. Treytað av, at hesar framleiðslur eru fluttar beinleiðis sambært reglunum í grein 12,
skulu tær metast sum:
(1) framleiðslur við uppruna í Ceuta og Melilla:
(a) framleiðslur, sum eru fult framleiddar í Ceuta og Melilla,
(b) framleiðslur, sum eru framleiddar í Ceuta og Melilla og har annað er nýtt til
framleiðsluna enn tað í (a) nevnda, treytað av at:
(i) hesar framleiðslur hava verið nóg mikið viðgjørdar ella tilgjørdar
sambært grein 5 í hesum frumskjali, ella at
(ii) hesar framleiðslur hava sín uppruna í Føroyum ella í
Felagsskapinum sambært hesum frumskjali, treytað av tær eru
meira viðgjørdar ella tilgjørdar enn tað, sum verður mett ov lítil
viðgerð ella tilgerð sambært grein 6, 1. stk.
(2) framleiðslur við uppruna í Føroyum:
(a) framleiðslur, sum eru fult framleiddar í Føroyum,
(b) framleiðslur, sum eru framleiddar í Føroyum og har annað er nýtt til
framleiðsluna enn tað í (a) nevnda, treytað av:
FR/CEE/frsIII/fr 20