Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 84
124
2. Tvítak útgivið á henda hátt. skal verða áteknað við einum av hesum orðum:
"DUPLIKAT". "DUPLICATA", "DUPLICATO", "DUPLICAAT", "DUPLICATE”,
“ANTITPAcDO", "DUPLICADO", "SEGUNDA VIA", “KAKSOISKAPPALE",
"TVÍTAK".
3. Átekningin, sum víst verður til í 2. stk., skal verða sett í teigin "Viðmerkingar" á
tvítakinum av vørustaðfesting EUR. 1.
4. Tvítak skal dagfestast sama útgávudag, sum upprunaliga vørustaðfestingin EUR.l, og
skal hava gildi frá tí dagfestingini.
Grein 19
At geva vørustaðfesting grundað á upprunaváttan
givin ella skrivað frammanundan
Tá ið upprunaframleiðslur eru undir eftirliti hjá tollvaldinum í Føroyum ella Felagsskapinum,
skal tað vera møguligt at býta upprunaligu upprunaváttanina um við eina ella fleiri EUR.l
vørustaðfestingar, til tess at senda allar ella nakrar av hesum framleiðslum onkra aðrastaðni í
Føroyum ella Felagsskapinum. Tollskrivstovan, sum hevur eftirlit við framleiðslunum skal
geva hesa(r) vørustaðfesting(ar) EUR.l, sum koma ístaðin fyri ta upprunaligu
vørustaðfestingina.
Grein 20
Reglur fyri at skriva fakturaváttan
1. Ein fakturaváttan, sum nevnd í grein 15, 1. stk., litra b kann verða skrivað:
(a) av einum góðkendum útflytara sambært grein 21, ella
(b) av einum og hvørjum útflytara av sendingum við einum pakka ella fleiri pakkum
við upprunavørum í, hvørs samlaða virði ikki fer upp um 6.000 ECU.
2. Ein fakturaváttan kann verða skrivað, um framleiðslumar, talan er um, kunnu metast
sum upprunavørur í Føroyum ella Felagsskapinum og lúka hinar treytimar í hesum
frumskjali.
3. Útflytari, ið skrivar eina fakturaváttan, skal til eina og hvørja tíð, tá ið toll-
mynđugleikamir í útflutningslandinum biðja um tað, vera til reiðar at leggja fram øll
nýtilig skjøl, ið prógva upprunastøðu á viðkomandi ffamleiðslum, og at aðrar treytir í
hesum frumskjali em loknar.
FR/CEE/frsIII/fr 13