Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 211
251
FELAGS YVIRLÝSING
um at endurskoða handilssáttmálan hóskandi til menningina av EF-EFTA
samhandilsviðurskiftunum
Um felagsskapurin - innan fyri karmamar í sáttmálanum um Evropeiska Búskaparliga Økið -
veitir EFTA-EEA londunum sømdir út um tær, sum veittar eru Føroyum á økjum, sum hesin
sáttmálin fevnir um, fer Felagsskapurin eftir áheitan úr Føroyum við vælvild í hvøijum
einstøkum føri at umhugsa, í hyønn mun og á hvøijum grundarlagi samsvarandi sømdir kundu
verið veittar Føroyum.
Um semjur ella fyriskipanir eru samtyktar millum Føroyar og EFTA-londini, har Føroyar
veita EFTA-londunum sømdir út um tær, sum veittar eru Felagsskapinum á økjum, sum hesin
sáttmálin fevnir um, fara Føroyar eftir áhetian frá Felagsskapinum við vælvild í hvørjum
einstøkum føri at umhugsa, í hvønn mun og á hvøijum grundarlagi samsvarandi sømdir kundu
verið veittar Felagsskapinum.
FELAGS YVIRLÝSINGAR
viðvíkjandi frumskjali 3 í sáttmálanum
I Møguleiki fvri at kumulera tilfar frá EFTA-londum
Sáttmálapartamir eru samdir um at kanna, um tað er møguligt, og um tað hevur
búskaparligan áhuga at víðka ffumskjal 3 við reglunum um møguleikan fyri at kumulera
tilfar ffá EFTA-londum.
II Broytingartíðarskeið íyri at geva út ella fylla út skjøl um upprunaváttan, útgivin
sambært upprunasáttmálanum, undirskrivaður tann 2. desember 1991.
1. Til 31. desember 1997 góðtaka málføru tollmyndugleikamir í Føroyum og
Felagsskapinum niðanfyristandandi skjøl sum gyldugar upprunaváttanir sambært
ffumskjali 3:
(i) EUR. 1 vørustaðfesting, sum er áteknað ffammanundan við stempli ffá málførari
tollskrivstovu í útflutningslandinum,
(ii) EUR.l vømstaðfesting útgivin sambært hesum sáttmála, váttað av einum
góðkendum útflytara við einum stempli, sum tollmyndugleikamir í
útflutningslandinum hava góðkent,
(iii) EUR.2 oyðubløð, útgivin sambært tí sáttmálanum.
2. Áheitanir um effirkanning av omanfyrinevndu skjølum skulu verða góðtiknar av
málførum tollmyndugleikum í Føroyum og Felagsskapinum í eitt tvey ára skeið,
aftaná at uppmnaváttan, ið talan er um, er útgivin ella útfylt. Tílíkar effirkanningar
skulu verða framdar sambært ffumskjali 3, parti VI, í hesum sáttmála.
FR/CEE/yvl/fr 1