Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 88
128
Grein 28
Ósambæri og formligar villur
1. Verður smávegis formligt ósambæri staðfest millum upplýsingar givnar í
upprunaváttanum og tær, givnar í skjølum løgd fyri tollvaldið við tí endamáli at lúka
formligu treytimar fyri at innflyta ffamleiðslur, skal tað ikki í sjálvum sær ógilda
fakruraváttanina, um tað verður nóg væl tryggjað, at skjalið svarar til tær framløgdu
framleiðslumar.
2. Eyðsýndar formligar villur so sum skrivivillur á eini upprunaváttan eiga ikki at føra við
sær, at skjalið verður vrakað, um hesar villur ikki era soleiðis háttaðar, at tær sáa iva
um beinleikan av áritunum á skjalinum.
Grein 29
Upphæddir ásettar í ECU
1. Upphæddir í innlendisgjaldoyra hjá útflutningslandinum svarandi til upphæddir ásettar í
ECU verða ásettar av útflutningslandinum og fráboðaðar innflutningslandinum av
kommisjónini í Europeiska Felagsskapinum.
2. Fer upphæddin upp um samsvarandi upphædd, sum ásett er av innflutningslandinum,
skal seinni nevndi góðtaka tær um so er, at framleiðslumar era faktureraðar í
gjaldoyranum hjá útflutningslandinum. Era framleiðslumar fakmreraðar í gjaldoyranum
hjá einum øðram limalandi í EF, skal innflutningslandið góðkenna upphæddina, sum
viðkomandi land hevur fráboðað.
3. Upphædd, ið nýtt verður í einum hvørjum innlendis gjaldoyra, skal í viðkomandi
innlendis gjaldoyra samsvara við upphæddina ásetta í ECU fyrsta arbeiðsdag í oktober
1996.
4. Eftir áheitan ffá Føroyum ella Felagsskapinum skal felagsnevndin endurskoða
upphæddir ásettar í ECU og teirra javnvirði í innlendis gjaldoyra í Føroyum og EF-
limalondunum. Tá ið endurskoðað verður, skal felagsnevndin geva vissu fyri, at
upphæddimar, sum nýtast skulu í innlendis gjaldoyranum, ikki verða lækkaðar, og
tekur haramframt støðu til, um tað er ynskjandi at varðveita veraliga árinið av hesum
virðismørkum. Við hesum fyri eyga kann felagsnevndin gera av at broyta upphæddirnar
ásettar í ECU.
FR/CEE/frsIII/fr 17