Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 9
49
Framleiðslur, sum verða útíluttar til økið hjá einum sáttmálaparti. kunnu ikki fáa fyrimun av
einum innlendis avgjaldsendurgjaldi. sum er hægri enn tað avgjaldið, sum beinleiðis ella
óbeinleiðis er álagt teimum.
Grein 21
Gjaldingar fvri vørusamhandilin eins og flyting av hesum upphæddum til Føroya ella til tað
limalandið í Felagsskapinum. har kravánarin hevur bústað sín. eru undantiknar einihvørji
avmarkan.
Grein 22
Sáttmálin forðar ikki fyri forboðum og avmarkingum fyri innflutningi, útflutningi ella
gjøgnumflutningi. sum eru grundað á almenna siðalagið, lóg og landaskil ella almenna trygd,
at verja mannalív og -heilsu, djóralív ella planmr, at verja listarlig, søgulig ella fomfrøðilig
tjóðvirði, ella at verja ídnaðarligan og handilsligan ognarrætt, ella reglur um gull og silvur.
Hesi forboð ella avmarkingar mugu tó hvørki nýtast til at gera tilvildarligan mun á ella til
Qalda avmarking í samhandlinum sáttmálapartanna millum.
Grein 23
Einki í sáttmálanum forðar fyri, at annar sáttmálapaiturin tekur stig,
(a) sum hann heldur vera neyðug fyri at forða fyri, at upplýsingar, sum kunnu skaða
avgerandi trygdaráhugamál, sleppa út;
(b) sum viðvíkja handli við vápnum, lóðri ella krígsútbúnaði ella gransking, menning og
framleiðing, sum eru neyðug til verjuendamáls. treytað av, at hesar fyriskipanir ikki
brovta kappingarumstøðurnar fyri tær framleiðslur, sum ikki eru ætlaðar til serlig
hernaðarlig endamál;
(c) sum hann heldur vera avgerandi fyri egna tryggleika sín. um kríggj brestur á ella
álvarsligur altjóða spenningur kyknar upp.
Grein 24
1. Sáttmálapartarnir halda seg frá øllum tiltøkum. ið kunnu hótta við at gera tað
ómøguligt at fremja endamál sáttmálans.
FR/CEE/fr 9