Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Blaðsíða 82
122
(a) ein EUR.l vørustaðfesting. sum víst í uppískovti III; ella
(b) í teimum í grein 20. 1. stk. nevndu førum. eina váttan, hvørs tekstur er
tilskilaður í uppískoyti IV, ið útflytarin gevur á einum faktura, einum
útflýggingarskjali ella einumhvørjum øðrum handilsskjali, sum lýsir
viðkomandi ffamleiðslur so mikið nágreiniliga, at tær kunnu kennast aftur
(hereftir víst til sum "fakturaváttan").
2. Hóast 1. stk. skulu upprunavørur sambært teimum í grein 25 í hesum frumskjali
nevndu førum fáa fýrimunir av sáttmálanum, uttan at tað er neyðugt at leggja ffam
nakað av omanfýri nevndu skjølum.
Grein 16
Mannagongd, tá ið EUR.l vørustaðfesting verður givin
1. Ein EUR. 1 vørustaðfesting verður givin av tollmyndugleikunum í útflutningslandinum
eftir skrivliga áheitan ffá útflytaranum ella undir ábyrgd útflytarans av fúlltrúa
hansara.
2. Við hesum endamáli skal útflytarin ella fulltrúi hansara fylla út bæði EUR.l
vørustaðfesting og áheitanaroyðublað, sum eintak er víst av í fylgiskjali HI. Hesir
formálar verða at fylla út á einum av teimum málum, sum hesin sáttmálin er skrivaður
á. Eru teir handskrivaðir, skulu teir skrivast við blekki og við spjaldrastavum.
Vørulýsingin má verða tilskilað í tí teigi, ið gjørdur er til tess, og ongar tómar linjur
mugu vera eftir. í teimum førum, tá ið teigurin er ikki heilt fúllur, skal vatnrøtt strika
verða sett undir niðastu linju av lýsingini, og krossur gjørdur um tað tóma plássið.
3. Útflytari, sum søkir um at fáa eina EUR.l vørustaðfesting útgivna, skal til eina og
hvørja tíð, tá ið tollmyndugleikamir í útflutningslandinum, har EUR.l vørustaðfest-
ingin er útgivin, biðja um tað, vera til reiðar at vísa fram øll neyðug skjøl, ið prógva
upprunastøðuna hjá viðkomandi framleiðslum, og skulu allar aðrar treytir í hesum
frumskjali verða loknar.
4. Tollmyndugleikamir í Føroyum ella EF geva eina EUR.l vørustaðfesting, um
viðkomandi framleiðsla kann metast sum framleiðsla við uppmna í Føroyum ella
Felagsskapinum, og um hon lýkur hinar treytimar í hesum ffumskjali.
5. Útgevandi tollmyndugleikamir skulu taka øll neyðug stig til at prógva, at ffamleiðslan
er upprunavøra, og at øll onnur krøv í hesum frumskjali em lokin. í hesum sambandi
hava teir rætt til at biðja um eitthvørt próvtilfar og til at fremja eitthvørt eftirlit við
roknskapi útflytarans ella einhvørja aðra kanning, sum teir meta vera neyðuga.
Útgevandi toll myndugleikamir skulu eisúú tryggja, at teir í 2. stk. nevndu formálar
em útfyltir á rættan hátt. Serstakliga skulu teir ansa eftn, at teigurin til vømlýsing er
útfyltur á slíkan hátt, at eingin møguleiki er fyri svikafullum uppískoyti.
FR/CEE/frsIII/fr 11