Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 2

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 2
6 FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ 1 19. ØLD ligt kjak. Við yrkingum sínum legði hann upp í viðurskifti, sum als ikki raktu hann eftir lógunum — kongur hevði valdið. Nóls- oyar Páll vildi virka fyri, at sosialu korini batnaðu, og treytin fyri tí var, eftir hansara tykki, at handilin gjørdist fríur. Hann vildi hava mørkini, sum vóru fyri búskaparligum og andaligum virkisfýsni hjá fólki, burtur. Hann vildi burtur úr miðøldini. Fyrstu bokurnar Nólsoyar Páll skrivaði onga av yrkingum sínum. Sambært J. Jakobsen yrkti Páll Fugla- kvæðið, meðan hann gekk aftur og fram eftir gólvinum, og Jákup, bróðirin, skrivaði so hvørt (J. Jakobsen 1966, s. 122). At yrkja var ikki tað sama sum at skriva. Men longu Jens Chr. Djurhuus, Sjóvarbóndin (1773- 1853) skrivaði kvæði síni — nøkur skrivaði hann upp í hefti, sum er millum pappírini eftir J. Jakobsen. J. Jakobsen vil eisini vera við, at Fuglakvæðið skuldi vera eitt av teimum sjáldsomu kvæðum ella táttum, sum vórðu keypt fyri pening tá. Mátin, tað var spjatt, samsvarar soleiðis væl við endamálið — Fuglakvæðið man hava verið fyrstu før- oysku bókmentir, ið hava verið handilsvøra, eins og tað talaði fyri víðkaðum handli. í 1822 kom fyrsta bókin á føroyskum — við danskari týðing hjá. Tað var »Færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt«, sum er kvæðasavn. Tað var umbiðið úr Keyp- mannahavn (H. C. Lyngbye í »Fortale« til Færøiske Qvæder 1980 (1822) s. VIII) og úr- slit av vísindaligum og mentanarligum áhuga í Danmark — eins og tær sokallaðu Føroya- frágreiðingarnar í øldini frammanundan. í byrjanini av 19. øld var romantikkur ráðandi mentanarrák, og føroysku kvæðini serliga, men eisini ævintýr og sagnir, kundu fylla rom- antiska trá eftir rættiligum fornaldartilfari. Savningin av kvæðunum veitti soleiðis dansk- ari mál- og bókmentagransking tilverurætt- indi. Longu Jens Chr. Svabo (1746-1824) savnaði kvæði og skrivaði orðabók sína, fyri at eftirtíðin kundi granska hetta málið (t.d. Chr. Matras 1935, s. 32 ff), sum var komið á gravarbakkan eftir hansara fatan. Roman- tikkurin gav kvæðunum virði í sjálvum sær, men harafturat vísir útgávan av »Færøiske Qvæder«, at hjá summum var saknur á al- menni í Føroyum. Uppskrivingin av kvæðunum fór fram í Føroyum. P. Hentze, próstur (1751-1843) bað Johannes Klemmensen, Jóannes í Króki (1794-1869), skriva upp, og síðan varð hetta sent til Lyngbye í 1819. Harafturat læt J. H. Schrøter prestur (1771-1851) tilfar til bókina. Áhugi var við øðrum orðum fyri hesum arb- eiði, og tilfarið var til taks. Men miðilin, peningurin og kunnleikin, vóru ikki í land- inum, tí tóku tey hugaðu sjálvsagt við tilboðu- num úr danska almenninum. Týðing Schrøters av Matteusar Evangeli- um kom út í 1823, og danska Bíbliufelagið fíggjaði útgávuna. Endamálið við henni var, sambært Chr. Matras (1935, s. 44 f), at hjálpa fólki til betur at skilja ta donsku bíbliuna og annan religiøsan lesnað, sum var á donskum. Tað var ikki nóg mikið at trúgva longur, hvør einstakur mátti skilja innihaldið. Trúgvin kravdi upplýsing, og hon var á veg at gerast privat og persónligt vandamál. Umframt at týða Matteusar Evangelium týddi Schrøter eisini »Føroyinga søgu« til útgávuna, sum C. C. Rafn (1795-1864) skipaði fyri og gav út í 1832. Týðandi menn i Føroyum sum Schrøter prestur, H. C. Miiller, sýslumaður og polit- ikari (1818-1897), V. U. Hammershaimb prestur (1819-1909) og Niels Winther, løg- frøðingur og politikari (1822-1892), høvdu
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.