Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 25

Fróðskaparrit - 01.01.2007, Page 25
INITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN 23 vóru teir ivasamir, um tað var rætt at hava bæði skúla, arbeiðshús og fongsul undir somu lon. Amtmaðurin varð biðin um at ráðføra seg við fútan, sorinskrivaran, próst- in og havnarprest. Embætismenninir vóru rættiliga samdir um, at hetta var eitt gott tiltak, og bóru ongan ótta fyri, at tað fór at styggja næm- ingar á arbeiðsskúlanum burtur, um bar eisini skuldi vera deild til revsiarbeiði. Tó vóru menninir ójavnir á máli um tørvin á arbeiðshúsi. Sorinskrivarin metti ikki leys- gangaraspurningin so átrokandi - tey sein- astu 4 árini var eingin dømdur fyri leys- gangarí; men hann tók undir við, at aðrir Iógbrótarar, sum vórðu dømdir til tvingsuls- arbeiði (talið var vanliga 2-3 um árið) kundu setast at arbeiða á skúlanum. - Sama helt prósturin og skeyt upp, at ein dani og ikki føroyingur varð settur sum umsjónar- maður, ein sum var vanur við og dugdi at “holde folk i tilbørlig frygt”. Fútin tók somuleiðis undir við ætlanini, eisini at stovnurin skuldi vera fyri revsifangar, tí tað hevði víst seg at vera torført at fmna teimum hóskandi arbeiði. Gagnligt arbeiði fór at hjálpa til “moralsk forbedring” hjá biddarum og leysgangarum.40 I svari sínum tók amtmaðurin F. F. Til- bsch samanum og lielt fast við, at arbeiðs- stovnurin eisini átti at vera fyri lógbrótarar við fongsuldómi. Hesir vóru so fáir, at tað neyvan hevði verið figgjarliga forsvarligt at bygt eitt fongsul burturav til endamálið. Hann helt ikki, at tað fór at styggja næm- ■ngar burtur frá arbeiðsskúlanum, um har eisini vóru fangar, tí hóast tað var skomm at verða settur í Skansan, so varð tað ikki hildið mannminkandi at arbeiða saman við lógbrótarum, hvørki meðan teir arbeiddu sum fangar ella aftaná, og eingin himpraðist við at taka lógbrótarar í sítt breyð. Sum við- merking til sorinskrivarans meting av tali á leysgangarum og biddarum skrivaði hann, at hesi vóru nógv fleiri enn tað, sum nakar myndugleiki visti av. Hetta óskil var til stór- an ampa, men fólk bara knarraðu og hildu fram at geva teimum ull o.a. heldur enn at melda tey. Niðurstøðan var sostatt, at hann “... for at skaffe beskæftigelse for de for- brydere, der her dømmes efter de oven- nævnte reskripter, som for at standse det her sá gængse trygldri, má anse en tvangs- arbejdsanstalts oprettelse for sáre ønske- Hg.”41 Enn vóra teir donsku myndugleikamir ikki sannførdir og bóðu um at fáa fleiri meiningar um spurningin frá upplýstum føroyingum. í embætismannaliðnum var persóns- skifti farið fram, síðan uppskotið um uppí- bygging í Arbeiðsskúlan byrjaði. C. Pløyen, sum hevði verið fúti síðan 1830, bleiv amtmaður í 1837, og J. A. Lunddahl tók við sum fúti. Pløyen amtmaður svaraði aftur í 1840, eftir at hava fíngið ummæli frá fúta, sorin- skrivara, prestum og sýslumonnum. Stutt sagt var svar hansara, at eingin grund var at hava rúm til revsifangar á Arbeiðsskúl- anum; hesir fangar vóra fáir og teir høvdu higartil verið settir til arbeiði, ið var nógv tyngri og tí betur kundi kallast revsiarbeiði enn at fáast við ull á einum stovni. - Ein tvingsulsarbeiðsstovnur hevði óivað kunn- að hjálpt til at minka talið á ullarbiddarum, sum eftir hansara fatan vóru nógvir í mun til fólkatalið. Kortini helt hann ikki, at tað
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200
Page 201
Page 202
Page 203
Page 204
Page 205
Page 206
Page 207
Page 208
Page 209
Page 210
Page 211
Page 212

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.