Fróðskaparrit - 01.01.2007, Blaðsíða 25
INITIATIVES OF WORKHOUSE/POORHOUSE BUILDING
IN THE 18™ AND 19™ CENTURY TÓRSHAVN
23
vóru teir ivasamir, um tað var rætt at hava
bæði skúla, arbeiðshús og fongsul undir
somu lon. Amtmaðurin varð biðin um at
ráðføra seg við fútan, sorinskrivaran, próst-
in og havnarprest.
Embætismenninir vóru rættiliga samdir
um, at hetta var eitt gott tiltak, og bóru
ongan ótta fyri, at tað fór at styggja næm-
ingar á arbeiðsskúlanum burtur, um bar
eisini skuldi vera deild til revsiarbeiði. Tó
vóru menninir ójavnir á máli um tørvin á
arbeiðshúsi. Sorinskrivarin metti ikki leys-
gangaraspurningin so átrokandi - tey sein-
astu 4 árini var eingin dømdur fyri leys-
gangarí; men hann tók undir við, at aðrir
Iógbrótarar, sum vórðu dømdir til tvingsuls-
arbeiði (talið var vanliga 2-3 um árið)
kundu setast at arbeiða á skúlanum. - Sama
helt prósturin og skeyt upp, at ein dani og
ikki føroyingur varð settur sum umsjónar-
maður, ein sum var vanur við og dugdi at
“holde folk i tilbørlig frygt”. Fútin tók
somuleiðis undir við ætlanini, eisini at
stovnurin skuldi vera fyri revsifangar, tí tað
hevði víst seg at vera torført at fmna
teimum hóskandi arbeiði. Gagnligt arbeiði
fór at hjálpa til “moralsk forbedring” hjá
biddarum og leysgangarum.40
I svari sínum tók amtmaðurin F. F. Til-
bsch samanum og lielt fast við, at arbeiðs-
stovnurin eisini átti at vera fyri lógbrótarar
við fongsuldómi. Hesir vóru so fáir, at tað
neyvan hevði verið figgjarliga forsvarligt at
bygt eitt fongsul burturav til endamálið.
Hann helt ikki, at tað fór at styggja næm-
■ngar burtur frá arbeiðsskúlanum, um har
eisini vóru fangar, tí hóast tað var skomm
at verða settur í Skansan, so varð tað ikki
hildið mannminkandi at arbeiða saman við
lógbrótarum, hvørki meðan teir arbeiddu
sum fangar ella aftaná, og eingin himpraðist
við at taka lógbrótarar í sítt breyð. Sum við-
merking til sorinskrivarans meting av tali á
leysgangarum og biddarum skrivaði hann,
at hesi vóru nógv fleiri enn tað, sum nakar
myndugleiki visti av. Hetta óskil var til stór-
an ampa, men fólk bara knarraðu og hildu
fram at geva teimum ull o.a. heldur enn at
melda tey. Niðurstøðan var sostatt, at hann
“... for at skaffe beskæftigelse for de for-
brydere, der her dømmes efter de oven-
nævnte reskripter, som for at standse det her
sá gængse trygldri, má anse en tvangs-
arbejdsanstalts oprettelse for sáre ønske-
Hg.”41
Enn vóra teir donsku myndugleikamir
ikki sannførdir og bóðu um at fáa fleiri
meiningar um spurningin frá upplýstum
føroyingum.
í embætismannaliðnum var persóns-
skifti farið fram, síðan uppskotið um uppí-
bygging í Arbeiðsskúlan byrjaði. C. Pløyen,
sum hevði verið fúti síðan 1830, bleiv
amtmaður í 1837, og J. A. Lunddahl tók við
sum fúti.
Pløyen amtmaður svaraði aftur í 1840,
eftir at hava fíngið ummæli frá fúta, sorin-
skrivara, prestum og sýslumonnum. Stutt
sagt var svar hansara, at eingin grund var at
hava rúm til revsifangar á Arbeiðsskúl-
anum; hesir fangar vóra fáir og teir høvdu
higartil verið settir til arbeiði, ið var nógv
tyngri og tí betur kundi kallast revsiarbeiði
enn at fáast við ull á einum stovni. - Ein
tvingsulsarbeiðsstovnur hevði óivað kunn-
að hjálpt til at minka talið á ullarbiddarum,
sum eftir hansara fatan vóru nógvir í mun
til fólkatalið. Kortini helt hann ikki, at tað