RM: Ritlist og myndlist - 01.03.1948, Síða 64
J. H. O. DJURHUUS
RM
So holvir yvir stórt og smátt
hin gróórartunga tröllska nátt,
eitt kensl av tveimum samanvoviö,
taó signar alt á skógv og ong,
og Volmar kong,
ið elskar, elskar Tove.
Og allir fuglar tiga
um dal og heyg,
og tigandi teir siga:
Tove er deyS.
Eitt tokuslör, regntungt, av gráti voviö,
seg sveipar kalt um skógv og ong,
og Volmar kong,
ið syrgir, syrgir Tove.
MÓSES Á SINAIFJALLI
Og sál mín vaks til Sinais fjallahœddir,
— viö veldi Jahve kom. —
í stjörnuljós’ og eldi var hann klœddur,
-eg skalv sum heystsins leyv á Sinais trom.
Og foldin skalv í eystri og í vestri,
tí Jahve kom,
viö snarljósi og miklum torubresti,
til Sinais fjallatrom.
Sum Ijónsins Ijóö í Sinais villu gjáum
var Jahves rödd,
58