Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Síða 113

Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2018, Síða 113
the dis course of standard ideology.” Um vit tulka tey føroyskum úrslitini á sama hátt sum Kristiansen, koma vit í ta støðu, at stigskipanarkanningin vísir eina týðiliga dialektala stigskipan við høvuðsstaðarmálinum á ovastu rók, meðan grímukanningin vísir eitt fjalt dialektalt tolsemi. Ein onnur frágreiðing til tey ymisku úrslitini í teirri føroysku kanningini kann vera sjálvt háttalagið, har ið hesir báðir kanningarhættirnir innihalda svar til tvey ymisk sløg av spurningum. Grímukanningin roynir at fanga reak- tiónir til talumál, meðan stigskipanarkanningin byggir á svar, har ið næm- ingarnir fáa útflýggjað ein lista, har ið svarmøguleikarnir eru settir upp frammanundan. Svenstrup og Thøgersen (2009) vísa á í sínum greining- um av stigskipanarkanningum í Danmark, at tað kann vera munur á, hvussu málfrøð ingar og leikfólk uppfata spurningarnar og svarmøguleikarnar. Tá ið heimildarfólk fáa útflýggjað eitt spurnablað, har ið tey skulu meta um ymsar dialektir, kann tað henda, at teirra metingar av stigskipanini ikki byggja á máldiskursin, t.d. á sosiobúskaparligar munir og mentanarligar stereotypiir. Vit kunnu heldur ikki síggja burtur frá, at næmingarnir ikki uppfata tær 15 grímurnar sum góð umboð fyri mentanarligar og sosiobú- skaparligar stereo typiir. Harumframt kann tað vera, at næmingarnir ikki hildu, at tær 15 ungu grímurnar umboðaðu dialektirnar nóg væl, tí at brot - ini vóru so stutt. Her kunnu vit nevna, at tað, sum eyðkendi dialektkann- ingar í Norður londum í 19. og 20. øld, var, at heimildarfólkini sum oftast vóru eldri menn, sum alt sítt lív høvdu búð á bygd (sbr. styttingina NORM, t.e. non-mobile, old, rural, male; Chambers og Trudgill 1980). Úrslitið av teirri føroysku grímukanningini er ólíkt úrslitunum í donskum grímukanningum (Kristiansen 2009). Hinvegin líkjast tey før - oysku úrslitini teimum norsku (Anderson 2010; Anderson og Bugge 2016). Úrslitini av grímukanningunum í Føroyum og Noregi eru áhuga- verd á tann hátt, at samanborið við Danmark hava hvørki Føroyar ella Noreg ein almennan talumálsstandard, og tí er dialektnýtsla góðtikin og væntað á øllum økjum. Hetta verður tulkað soleiðis, at dialektnýtsla í Danmark verður sett í samband við neilig sosial virði og at grímurøddir við dialektalari variatión tí elva til eitt meira einsháttað svarmynstur enn í Føroyum og Noregi. Dialektnýtsla í tí almenna rúminum og í miðlun- um kann eisini vera við til at styrkja kensluna av, at her er ikki talan um nakran talumálsstandard og at dialektal variatión tí verður uppfatað sum ómarkað í Føroyum og Noregi. Føroyar og Noreg eru áhugaverd í evropeiskum samanhangi, tí sosialt líkjast tey øðrum londum, burtursæð frá talumálsligari standardisering. Úrslitini frá teimum føroysku og norsku grímukanningunum vísa týði - Hugburður til variatión í føroyskum talumáli 113
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168
Síða 169
Síða 170
Síða 171
Síða 172
Síða 173
Síða 174
Síða 175
Síða 176
Síða 177
Síða 178
Síða 179
Síða 180
Síða 181
Síða 182
Síða 183
Síða 184
Síða 185
Síða 186
Síða 187
Síða 188
Síða 189
Síða 190
Síða 191
Síða 192
Síða 193
Síða 194
Síða 195
Síða 196
Síða 197
Síða 198
Síða 199
Síða 200
Síða 201
Síða 202
Síða 203
Síða 204
Síða 205
Síða 206
Síða 207
Síða 208
Síða 209
Síða 210
Síða 211
Síða 212
Síða 213
Síða 214
Síða 215
Síða 216
Síða 217
Síða 218
Síða 219
Síða 220
Síða 221

x

Íslenskt mál og almenn málfræði

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Íslenskt mál og almenn málfræði
https://timarit.is/publication/832

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.