Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 1
SKÚLASKAPUR í FØROYUM.
ablatíðin 1662—1709 var ein ring tið fyri Føroyar. Landið
U* varð illa nmsitið; sum oftast treyt í fiandlinum tað, ið fólki-
num tarvaðist at brúka, so ofta var neyðin stór á lanđi; fólkið
armaðist og kúgaðist; fútarnir, ið av feđgunum Gabel settust
at stýra, vóru einvaldsharrar, fóru framm við hðrðum og órætt-
vísi og royndu at kúga og trælabinda Føroyingin; stundum
royndi fólkið at reisast við, men allir vegir vórðu stongdir fyri
klagum og bót. Tað hevur verið borið framm, at hetta mundið
tó ikki var so út av lagi ringt, sum ofta hevur meinst; men eftir
mínum tykki er tað eitt tað svartasta í Føroya landssðgu. 1
hesari tið fekk skúlin eitt stórt afturstig; lærararnir vóru ofta
vánaligir og mistu allan hugnað og alla ídni fyri skúlaarbeiði,
og fólkið misti vilja og evni til at lata síni bðm i skúla. Ofta
vórðu bornar framm klagur yvir skúlastandin, men til onga
nyttu. Andlig toka og deyðadums lá yvir landi og fólki. Um
hetta bilið var prestur og lærari i Havn maður nevndur Peder
Pedersen; hann hevði ikki stóran hug til at fáast við skúlan,
var minni lærdur, evnaringur og kunskapslitil maður og hartil
sjúkligur. Nú kom skúlin nógv til afturs og illa klagaðist yvir
tann ringa standin og eftirlæti lærarans. Biskupurin Chr. Worm
helt tá, at skúlin best kundi koma á føtur við at hann fekk
egnan lærara ella ^rektor*1) ístaðin fyri prestin.
Fyri at løna einum slíkum manni, tók biskupurin tann
studning, ið fátæk skúlabðrn skuldu hava, frá teim ■ og læt
»rektorin« fáa tann peningin. Umframt hetta fekk hann 50
gyllin av teim hundrað, ið áður prestur skuldi hava frá fúta
fyri at halda skúla; hina helvtina behelt prestur. Nakað fekk
hann frá biskupinum og so leiguna av jðrðini i Suðuroy. Yil
') So nevndist hann á latínskum máli.
4