Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 30

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 30
66 Útheimurin. kom hagar at vitja tær gomlu gðtur, Kristur hevði gingið. Nú var tað, kirkjan heima í Evropa leiddi striðshugan hjá teim óskoytnu adilsmonnunum móti Turkunum. Og hópar av kríggs- monnum úr Evropa gjordu nú í 200 ár (o. u. 1100—1300) stórar krossferðir til Pálestina og móti Turkunum fyri at verja hin kristna krossin. Teir formáddu tó ikki at reka Turkarnir bur- tur úr Pálestina, ja, um ár 1450 lðgdu Turkarnir enntá alt tað, ið eftir var av tí eystara Rómararíkinuin, inn undir seg og gjðrdu Konstantinopel til teirra hðvuðssetur. Men hesar kross- ferðirnar gjðrdu ómetaligt gagn uppá annan hátt. Aðrenn kross- ferðirnar byrjaðu, var ógviliga litið av handli og verkarbeidi í Evropa. Enntá hjá hinum ríkasta adilsmanni var lívið spar- samligt; hann livdi av tí, ið jarðagóðs hansara aldi og gekk í heimagjðrdum klæðum, og reiðskapur og amboð í húsi hansara var av viði. Men nú fingu Evropamenn at síggja tey árábisku og gomlu grisku londini, har teir funnu vabrar glæstriborgir, ókendar fruktir og kryddaríur, fin, kynstrig klæðir og eina hægri kultúr enn heima hjá sær sjálvum. Keypmenn og kynstrigir smiðir og handaverksmenn gjðrdu nú nógv um seg, býirnir vunnu miklan pening og fólkatalið í teimum vax : bý- mennirnir blivu rikir og máttmiklir. Og mangir vildu nú ikki hjálpast við tann kunnskap, ið prestar og munkar hðvdu : bæði í Italialandi og í Frakklandi reistust nú friir háskúlar (universi- tetur). Og tað, at adilsmenn í hópatali rýmdu úr Evropa fyri at striðast móti Turkunum, gjordi, at kongarnir fingu størri makt og veldi. Soleiðis blivu hesar krossferðirnar til gagns fyri kongaveldi og býmenn, fyri handil og upplýsing, til gagns fyri kultúrina. Frakkland varð nú uppaftur hitt máttmiklasta landið í Evropa, og kongurin har hevði stórt veldi. Eisini Angland varð nú eitt máttmikiLt land.1) Og tað sterka Ánglands soga hevði hegartil verið henda: Táið Eómarnir mistu landið, var tað, sum áður nevnt, Anglar (Anglar) og Saxar, ið tóku tað. O. u. ár 800 byrjaðu danskir víkingar at herja landið, og logdu teir hálva Ángland undir seg; Danalagið róptist tann parturin O. u. ár 1000 átti Danmðrk eina stund heila Ángland. . Men stutt eftir var lanđið tikið av í'ronskum Normannum (úr tí franska lanđspartinum Norman- die), ið vóru ættaðir undan donskum vikingum. Allar hesar ymisligu fólkagreinirnar (og tað gamla rótfólkið í Ánglandi, Keltarnir) gróðu nú saman til eitt fólk, hitt ángilska (enska) fólkið. — Skotaland var sjálv- bjargið. —• Irland segðist at standa undir Ánglands kongi; tó ráddu teir nógvu írsku smákongarnir sær sjálvum.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.