Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 17
Skúlaskapur í Føroyjum.
53
at mangir av teim, ið út fara á ungum dðgum teirra, ikki hava
lært Føroyar at kenna og eru ikki góðir Føroyingar, táið teir
heiman fara, og verða tað ikki altið seinri til fulna. Skal
nakað koma burtur úr tjóðskapliga føroyska starvinum, má
landið eiga ein skúla, hvar ungir Føroyingar kunnu gerast
stúdentar. So vilja teir, væl útgjordir heimanífrá, koma út til
Danmarkar við fðstum føroyskum og heimligum botni i sær, og
heimføðingurin vil tó væl kunna máast 'burtur av teim har úti;
og tá kunnu føroysk embæti verða umsitin av Føroyingum.
Hvussu slikur skúli skal skipast og hagreiðast, bunnu vit hava
til umrøðu. Hann kann bindast i felag við realskúlan, sum
siður er aðrastaðnis, ella hann kann leggjast saman við fólka-
háskúlan, ella eisini kann hann standa einsamallur; ikki trýtur
kongsjðrð í Føroyum, sum leggjast kundi inn undir skúlan og
aðrar inntðkur kunnu væl eisini vinnast. Er ætlanin um hetta
málið, at slikur skúli við góðum búnaðarvisi og við skilgóðum
atburði kann fáast í lag og verða til gagns fyri land og fólk.
I læraraskúlanum í Iiavn eigir føroyskt at verða lært
og næmingarnir mugu útbúgvast við ti enđamáli fyri eygum,
at teir skulu verða lærarar fyri føroyskum bðrnum. Føroyskir
skúlalærarar eiga at fáa atgongd og styrk til at koma utanlands
eitt sindur fyri at síggja og læra av ððrum, so andliga livssjón
teirra kann ríkast og viðkast (t. d kunnu teir koma á »Statens
Lærerkursus« i Keypmannahavn). Undirvísingin i almenni-
skúlunum eigir at vera á føroyskum máli; barnið eigir at
læra, ikki einans fyri at kunna sleppa at ganga til, men eisini
annað gott og friskt fyri heila lívið; barnið má fola seg heima
i undirvísingini, og undirvísingin má eiga heim i ti. Móður-
málið eigir at vera grundarlagið og tað berandi og byggjanđi,
tí »tað er einans við móðurmáli sínum og egnum andligum
sermerkjum, at eitt fólk kann ganga framm í sannari upplýsing
■og í sannari andaframferð«.
Ja, nakað soleiðis hevur stundum, og tá serliga av teim
■so kallaðu tjóðskapsligu ella »nationalu« uppi í Føroyum, verið
svarað uppá hin spurningin: Hvat Ór nú at gera fyri skúla-
skapinum i Føroyum? Men um hesin vegurin, teir peika á, er
tann beini at ganga, tað skal eg einki røða um. Men hetta
sýnir, í hvðrja ætt tankarnir hjá mongum Føroyingum nú á
•đðgum helst ganga, táið talan er um skúlaskapin.
5