Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 27

Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 27
Útheimurin. 63 fyri Kristi føðing, kúgabir ay oðrum, og nú á dðgum liggur keila landið oyðið. Eitt heldur yugri kultúrfólk vóru Fønikarnir, ið áttu heim frammvið strondini Asiumegin Meðalhavið; teir vóru eitt navngitið handilsfólk og dugandi í mongum snildum; teir lærdu fyrstir at gera glas og virka purpur (skarlak) og av Egyptamonnum hðvdu teir lært at skriva. Eisini teirra land er nú hálvoyðið. Og matari er tað ikki við ti gamla Gýðingalandi, ið lá innanfyri hitt fønikiska landið og sum vit kenna so væl úr hinum Gamla Testamenti. í Persalandinum reistist o. u. 500 ár fyri Kristi føðing eitt stórt kultúrfólk. Nú er Persaríkið eitt fáment og lítið múgvandi land, men tá var tað eitt verðinsriki, ið legði unđir seg mest allan hinn tá kenda heimin. Tó var eitt litið undantakilsi, Grik/carnir. Persamir royndu at kúga Grrikkland, men teir formáddu tað ikki. Grikkarnir vóru fáir í tali, men teir stóðu hðgt í kultúri. At skriva hðvdu teir lært av Fønikunum, og teir elskaðu kvæðir og song og yrking og náddu langt framm í hesum. Teir vóru stórir handils- og landnámsmenn í Meðalhavinum, og komu á ferðum teirra saman við ðll hini eldri kultúrfólkini, av hvðrjnm teir lærdu allar snildir so væl, at teir brátt blivu meiri dugandi menn enn lærumeistarar teirra. 0. u. 300 ár fyri Kristi føðing lðgdu Grikkamir meginpartin av hinum tá kenda heiminum undir seg og blivu soleiðis eitt verðinsfólk, og tungumál teirra bleiv eittj verðinsmál. Hðvuðseturið fyri kultúrini var nú flytt yvir á verðinspartin Evropa, og har hevur tað mestan verið siðan. Vitskapurin gjðrdi stór framstig hjá Grikkunum, ikki einans heima í sjálvum Grikklandi, men eisini í teim grisku londunum, ið reistust í Áfrika og Ásialandi. Hin griska kultúrin var av nógv dyggari slagi enn hinar eldri kultúrirnar. Tað gav at bita táið Pómarnir fyri og eftir Kristi føðing lðgdu allan heimin undir seg, eisini hina grisku verðina. Tá' formáddu Grikkarnir tó at standa ovast i kultúri og lærdu Pómarnar allar teirra snildir. Rómararíkið, ið byrjaði at breiða seg út frá tí eina býnum R,óm i Italialandi, bleiv hitt størsta og máttmiklasta verðinsriki, ið nakratið verið hevur. Rómarnir ráddu líka frá Skotalandi langt eystur í Asialand, og frá Týsklandi (Germania róptist tað tá) langt suður í Afrika, og í ollum hesum stóra riki blómaði kultúrin væl. Stórir býir reistust viða hvar, handilin var óførur, góðir og prúðir landavegir knýttu londini saman, og eitt skipað postvesin hðvdu teir fingið í lag. Utanfyri Rómara-

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.