Búreisingur - 15.03.1902, Blaðsíða 32
68
Útheimurin.
raálini at næla og mennast; gróður er komin i teý (og av
tungumálinum kann kultúrin metást. tí tungumálið er tað fasta,
likamliga knýtið av mannatonkunl). Og ganga vit frá hinum
andliga lívinum yvir til tað meiri útvortis, so eru her merkis-
hendingarnir enn størri. Tí nú koma teir stóru landafun-
dirnir. Ar 1492 eydnaðist tað Spanjamonnum, ið so við og
við hovdu trokað Muhámedánarnar út, at reka teir siðstu, ið
eftir vóru, burtur. Og vórðu nú tveý kristin kongaríkir á hálv-
oynni har suður, Spanjalandið sjálvt og Portugál, og hesi
bæði londini ernaðust nú í stórum. Tað var hesi nærskyldu
fólkaslogini, ið gjðrdu teir stóru landafundirnar. Portugálsmenn
sigldu framm við ti hegartil aldeilis ókendu vesturstrond av
Áfrika og sluppu suður um Áfrika og heilt eystur til hitt ríka
Indialandið, har teir settust niður á teim bestu handilsplássum
og førdu đýrar farmar heim. Og nú bleiv Lissabon, ið var
hovuðssetur hjá Portugálsmonnum, hinn máttmiklasti handils-
býurin í heiminum. Eisini Spanjamenn gjðrdu stórar landa-
fundir. Kristoffer Kolumbus (føddur í Italialandi) fann vegin
til hin nýggja verðinspartin Amerika, ið Kormenninir fyri 500
árum síðan hðvdu funnið, men aftur burturgloymt. Hann hitti
tær stóru oynnar Kuba og Haiti. Portugálsmenn funnu nú
Brasilialand, Spanjamenn tey gullriku londini Mexiko og Peru;
og tað eydnaðist einum Portugálsmanni fyrstur at sigla runt
um heimin (tað var nú eyðvitað fyri ðllum, at verðin var
rund, hvat longu teir gomlu Grikkarnir hðvdu hugsað sær til).
I Ámerika lærdu Evropamenn at kenna hegartil ókendar vðxtir,
sum mais, jðrðeplir, tubbak, kakao; og frá Mexiko og Peru
heintaðu spanskir flotar stórar farmar av gulli, so at Spanja-
lands kongur nú bleiv heimsins ríkasti kongur.
Hitt áðurnevnda nýggja andliga lívið og allir hesir vel-
digu landafundirnir umskapaðu allan heimin. Tað er av teirri
grund, at menn rokna »hina nýggjari tíðina« av mannasðguni
at taka við nú, um ár 1500. Tann stóri hovuðshendingur, ið
henda »nýggjara tíðin« byrjar við, er trúarbótin ella reforma-
tiónin. Men skal hetta goymast til næsta blað.1)
A. C. Evensen.
') Av tí at vit einans hava haft tey rættúligu kultúrlondini í huga,
hevur hegartil sogan hjá Eorðurlondunum verið hurturgoymd. Her skal
nú dragast upp ein stuttur samandráttur av henni: Um ár 800 fóru teir